Ein sólskinssøga úr Fuglafirði

Nevndarformaðurin í partafelagnum Á Enni greiðir frá, hvussu gongdin hevur verið hjá Pelagos, sum felagið í Fuglafirðil eigur saman við trimum av teim stóru í uppsjóvarvinnuni

Sigurð S. Simonsen, stjóri í Pf Á Enni í Fuglafirði

Árið í fjør royndist sera væl hjá uppsjóvarvirkinum Pelagos í Fuglafirði. Tað eru trý av stóru feløgunum í uppsjóvarvinnuni – Framherji, Havsbrún og Palli hjá Mariannu – sum eiga virkið saman við Pf Á Enni í Fuglafirði, sum eigur 10 prosent, meðan hini eiga 30 prosent í part.

 

Stjóri í Pf Á Enni, sum 30 partaánarar eiga, er Sigurð S. Simonsen fyrrverandi borgarstjóri í Fuglafirði. Hann greiðir á facebook soleiðis frá gongdini hjá Pelagos og týdninginum, sum virksemi hevur bæði fyri Fuglafjørð og landið sum heild:

 

Nú aðalfundurin í P/F Á Enni í Fuglafirði er fingin frá hondini, kunnu vit 30 partaeigarar staðfesta, at árið 2021 vignaðist væl.

 

Einasta virksemið hjá P/F Á Enni higartil er at eiga partabrøv í Pelagos.

 

P/F Pelagos varð stovnað í januar 2014, saman við teim stóru, Framherja, Havsbrún og Palla hjá Mariannu. Uppsjóvar matvøruvirkið "Pelagos" byrjaði at taka ímóti fiski út á summarið 2014.

 

Gongdin hesi árini hevur verið góð, og hevur gongdin í 2021 skarað nakað framúr og kann sigast, at hava verið sera góð.

 

Tikið var ímóti 114.000 tonsum av uppsjóvarfiski, ið vóru virkaði og framleitt til útflutnings og seld fyri útivið 900 mill. kr. Hetta svarar til áleið 10% av samlaða útflutningsvirði Føroya í fjør.

 

Givið er, at ein slík fyritøka hevur stóran týdning fyri okkara samfelag sum heild.

 

Givið er eisini, at týdningurin er lutvíst tað størri fyri lokala samfelagið.

 

Miðaltalið av fulltíðarsettum starvsfólki hava verið 86. Starvsfólkakostnaðurin í fjør var 41 mill. kr.

 

Partafelagsskatturin var 21 mill. kr. og fær landið 2/3 og kommunan 1/3. Kommunan fær eisini vørugjald, havnagjald og brúgvagjald frá skipum, ið koma at landa og eisini frá farmaskipum, ið koma eftir frystivørum til útflutnings.

 

Beinleiðis inntøkur, íð kommunan fær frá virkseminum hjá Pelagos:

 

1. Partafelagsskatt                          7,0 mill. kr.

 

2. Vørugjald                                    3,2 mill. kr.

 

3. Havna- og brúgvagjald               1,0 mill.kr.

 

                                                      11,2 mill.kr

 

Sigurð S. Simonsen, stjóri í Pf Á Enni í Fuglafirði