Ein sólskinssøga

Fleiri og fleiri føroyingar hava einki hol í tonnunum, og nú verður aldursmarkið fyri ókeypis tannlækna, hækkað


- Hetta hevur verið ein sólskinssøga!

Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.

 

Í Føroyum hava vit ókeypis tannarøkt til øll upp til 16 ára aldur, men nú verður aldursmarkið hækkað upp í 18 ár.

 

- Tað eru fleiri og fleiri føroyingar, sum fara úr 10. flokki, uttan at hava hol í tonnunum og nú verður farið eitt stig víðari, sigur Karsten Hansen.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Karsten Hansen greiða frá, og hoyr hann eisini greiða frá, hví tað ikki er ókeypis tannarøkt til øll.