Ert tú spentur til sólarmyrkingina?
- Ja, eg eri spentur. Hetta er nakað heilt serligt, men tíverri eri eg ikki heima 20. mars.
Tað sigur kendi havrógvarin úr Hvannasundi, Livar Nysted.
Hvar fert tú at verða, og hvat fert tú at gera fríggjamorgunin?
- Eg eri umborð á Sæborg í Norðsjónum. Vit koma at síggja eitt sindur av sólarmyrkingini. Tá eg fór avstað, keypti eg mær einar brillur til sólarmyrkingina á flogvøllinum. So, eg vóni, at tað verður klárt í veðrinum .
Skilir tú, at útlendingar í stórum tali koma til Føroya at síggja hesa sólarmyrking?
- Tað eru sikkurt nógv, sum ikki skilja, at fólk tíma at koma so langan veg at uppliva eina sólarmyrking. Sjálvur kundi eg eisini væl funnið upp á at ferðast langan veg at upplivað eina sólarmyrking.
Hevur tú upplivað/ hoyrt um aðrar sólarmyrkingar?
- Mamma mín plagar at tosa um sólarmyrkingina, sum var í 1954, og hvussu áhugavert tað var, sigur kendi havrógvarin, Livar Nysted.