Umborð á Smyrli var sera gott, man fekk alt gott at eta og drekka og blíðskapurin var óførur, av og til hoyrdi tú onkran hittinorðaðan suðring við einum stuttligum bemerkningi. Men tað hendi, at tað vakra, sum tey flestu høvdu vænta sær at sætt, at síggja oyggjarnar í sínum vakra maibúna miseydnaðist. Tað bleiv nemliga mjørki so gott sum allan vegin.
Men nú kemur grenji, hvussu ber tað til, at Smyril ár um ár ger hendan túrin fyriuttan at Sandoyar sýsla kemur til hugs hjá fyrireikarunum. Skulu vit úr Sandoynni vera við, og ongan hava at búgva hjá, fara á hotel náttina fyri, og so aftur á hotel næstu nátt, til morgunin eftir, til rutan kemur at sigla.
Soleiðis verður túrurin so nógv dýrari, men vit eru jú sandoyingar, so hví hugsa um okkum.
Tað, sum eisini fekk meg at taka pennin, var úttalilsi hjá løgmanni í útvarpinum hvar hann kemur og sáar iva um sandoyartunnilin. Hví sáa iva um tað, tað er jú ein løgtingslóg, sum sigur at hann skal byrja í november 2009. So har hevur landsstýrið at syrgja fyri einari fígging til tunnilin, raðfestingin er sett við lóg og tað eiga tit at halda tykkum til, vónandi er løgmaður ikki so veikur, at hann bert hongur uppi í kjólafaldinum hjá konufólkunum úti í Tinganesi, um tað er, so er tað eitt stórt skuffilsi fyri okkum í Javnaðarflokkinum, vit hava havt sterkar leiðarar, sum hava tora at lagt mál fram, sum gagna øllum landinum, og ikki minst tora at staðið við givin lyftir.
Eg skilji ikki at løgmaður, hví hann ikki kann hava eitt svar til løgtingsmennirnar í Sandoynni, her taka vit tað, sum at tað er løgmaður, sum er atvoldin til, at partamaður hansara Gerhard Lognberg stemmar ímóti málum, sum hann annars er við til. Gerhard hevur rygg til at standa aftanfyri givin lyftir, og tað veit løgmaður.
Eg dugi illa at fyrigykla mær, hvat ið hendir, um ikki tunnilin kemur til ásetta tíð, so vit kunnu fáa ágóðan av øllum tí, sum hendir í miðstaðarøkinum, eitt flakavirki er her í bygdini, tað bara fer meir og meir í órøkt, so tað eigur ongan góðan.
Hvar er tjóðveldishøvdingin Høgni Hoydal. Hvar er hansara meining, er hann nú nøgdur við at hava uttanríkis um hendi.