Ein skylda at hjálpa næstanum

Tá ið Annlis Bjarkhamar í fjør tók stig til átakið “Í menniskjum góður tokki”, var hon ikki heilt greið yvir, hvussu illa stóð til fíggjarliga í mongum heimum, sjálvt um hon visti, um hjá summum var smátt.
- Tað var rættliga skelkandi at síggja umsóknirnar, sum vístu, hvussu lítið nógvar familjur hava at liva fyri, og støðan er neyvan batnað, tí almannaveitingarnar eru ikki hækkaðar, og arbeiðsloysið er ikki minkað, sigur Annlis Bjarkhmar.
Haraftat vísir tað seg, at fólk, sum leingi hava verið arbeiðsleys, hava ilt við at koma aftur í arbeiði, og arbeiðsloysisstuðulin minkar fyri hvørt ár.
Tað eru ikki bara arbeiðsleys, sum eru illa fyri fíggjarliga. Sjúka kann eisini gera sítt fyri styttri ella longri tíðarskeið, og stakir uppihaldarar eru sera illa fyri.

Einastandandi stuðul
Hinvegin var hon ovurfegin um góða viljan hjá fólki at hjálpa teimum, sum eru illa fyri.
Næstan ein millión krónur komu inn. Tað mesta kom frá einstaklingum, men bæði fólkakirkjan, aðrar samkomur, feløg, kommunur og fyritøkur stuðlaðu væl.
- Longu nú hava vit fingið 25 teldubrøv frá fólki, sum spyrja, hvussu verður í ár. Tað sigur mær, at summi veruliga sita og bíða og vóna, sigur Annlis Bjarkhamar.
Her vantar eitt trygdarnet, og neyðugt er at seta eitt minstamark fyri, hvat skal til fyri at kunna liva eitt rímiligt lív í Føroyum, sigur hon.
- Tað snýr seg um nakað so einfalt sum at hava ráð til at gjalda rokningar og at hava ráð til at keypa mat. Nógvar familjur eru í støðugum bardaga fyri at yvirliva, sigur Annlis Bjarkhamar.

Nevndin
Hon heldur tað vera sera gott, at fólkakirkjan við Jógvan Fríðriksson, bispi á odda og aðrar samkomur við stuðla tiltakinum og harvið vísa rættan næstrakærleika.
Ein nevnd er fyri grunnin “Í menniskjum góður tokki”, og í nevndini sita umframt Annlis Bjarkhamar, sum er forkvinna, Lena L. Mohr, stjóri á Sansum, umboð fyri vinnulívið, kassameistari, Theodor D. Olsen, prestur, umboð fyri fólkakirkjuna, Katrin Egholm Isfeld, forkvinna í Kiwanis Rósan, umboð fyri felagsskapir, Hallbjørg Lamhauge, leiðari á fosturforeldraskipanini, Guðrið R. Petersen og Laufey Blaasvær, samskipari.
Enn eru eingi tiltøk løgd til rættis, men ætlanin er at brúka sama leist sum í fjør, tá ið fólk kring landið tóku stig til tiltøk fyri at fáa pening inn. Tiltøkini vóru sera ymisk, men tað vóru tiltøk við onkrum góðum innihaldi, samstundis sum tey góvu pening.
Tey tiltøkini fevndu heilt frá innandura fótbóltskapping til sølu av bundnum vørum, listaverkum, smákøkum, tombola og stuðulskonsertum. Hugflogið at skipa fyri var stórt, og meira enn 20 prosent av samlaða stuðlinum kom inn við hesum tiltøkum.

Alt fer til stuðul
- “Í menniskjum góður tokki” brúkar ikki eitt oyra til umsting ella lønir. Hvør einasta króna, sum kemur inn, fer beint í grunnin, sigur Annlis Bjarkhamar.
Nevndin hevur skrivað til øll kirkjuráðini í landinum og biðað tey stuðlað aftur í ár.
Stuðul úr grunninum fáa einans barnafamiljur, sum hava tað tyngst. Jól verða umtalað sum barnanna hátíð. Tað er sárt hjá teimum, sum ikki hava ráð til ein góðan bita á jólum, og tað svíður, tá ið foreldur ikki hava ráð at geva børnum sínum eina jólagávu. Júst tað við gávuni hevur stóran týdning, tí seinast valdu heilt nógvar familjur at fáa gávukort at keypa leikur fyri.
Í fjør søktu næstan 400 familjur um hjálp úr grunninum, og peningurin rakk til at hjálpa 1241 børnum, ungum og vaksnum.
- Tær afturmeldingar, vit hava fingið frá teimum, sum fingu jólahjálp í fjør, bera boð um, at tað munaði ómetaliga væl og gjørdi jólini til nakað heilt serstakt, sigur Annlis Bjarkhamar, sum inniliga heitir á øll góð fólk um aftur í ár at lata nakað fyri at hjálpa hart kroystum barnafamiljum.