Ein skomm fyri Afrika

Yaya Touré misnøgdur við, at Pierre-Emerick Aubameyang er kosin ársins spælari í Afrika.

Tá ið ársins spælari í Afrika varð kosin í ár, var tað fyri fyrstu ferð í fýra ár, at ein annar enn Yaya Touré hjá Manchester City og Fílabeinsstrondini fekk heiðurin. Hesaferð var tað áleyparin hjá Borussia Dortmund og Gabon, Pierre-Emerick Aubameyang, sum vann.


Pierre-Emerick Aubameyang fekk 143 atkvøður, meðan Yaya Touré gjørdist nummar tvey við 136 atkvøðum. 32 ára gamli Manchester City-miðvallarin er ógvuliga vónbrotin av úrslitinum, serliga tí at hann og land hansara, Fílabeinsstrondin, vann afrikanska meistaraheitið.


- Hetta er ein skomm fyri Afrika. At vit føra okkum fram soleiðis, er óvirðiligt. Men hvat kunnu vit gera? Vit afrikanarar vísa ongantíð, at Afrika er umráðandi fyri okkum. Vit hugsa meira um hvat hendir uttanfyri okkara heimspart, og tað ræðir meg, sigur Touré við L'Équipe.


Tað, sum Yaya Touré óivað sipar til, er, at Gabon reyk út longu í bólkaspælinum í kappingini um afrikanska meistaraheitið, og at Pierre-Emerick Aubameyang hevur fingið atkvøðurnar fyri avrikini í Bundesliguni, har hann í løtuni er toppskjútti við 18 málum í 17 dystum.