- Ferðaseðlar til flogfar og Norrønu keypir tú sjálvandi á netinum! Tað sama, um tú skal við eini lítlari bilferju í Danmark – til dømis til Læsø (1850 íbúgvar). Tú bíleggur plássið og gjaldar á netinum. So – hví ikki í Føroyum? Hví hava ikki Teistin og Smyril ferðaseðlar til sølu á netinum?
Soleiðis byrjar eitt skriv frá Teistanevndini, lagt út á sandoyggin.fo, har heitt verður á avvarðandi myndugleikar, um finna eina loysn, soleiðis at ferðafólk framyvir kunnu keypa ferðaseðlar á alnetinum.
Nevndin metir, at tørvurin á slíkari skipan er stórur, tí tað er ikki óvanligt, at bilar standa í tímavís og bíða á keiini, so at tey kunna tryggja sær eitt pláss umborð á bátinum. Tímar, ið høvdu verið betri brúktir á matstovum ella handlum á oynni, metir nevndin.
Nevndin hevur sett málið aftur á dagsskránna, aftaná at hava bíðað í yvir tvey ár eftir eini loysn.
- Tað hevur enn ikki eydnast Teistanevndini at frætta, hvussu gongst við at fáa eina slíka netskipan at virka, hóast tað eftirhondini eru meira enn tvey ár síðani, at vit løgdu ynskið og uppskot til loysn fyri SSL. Og hóast SSL hevur lovað, at ein netskipan skuldi koma fyri ein dag í januar 2016. Vit gera við hesum enn ein roynd at vísa á ynskið hjá sandoyingum.
- Ikki er tað tí tað er so dýrt at seta slíka skipan í verk. Sambært fyritøkuni, sum gjørdi Læsø-skipanina, kostar tað ikki meir enn einar 1300 krónur um mánaðan at brúka sjálva skipanina. So kemur nakað av umlegging og heimasíðugerð afturat, sjálvandi. Men avgerandi er, at hetta hevði verið ein munandi betri tænasta til bæði fastbúgvandi og ferðafólk. Ein skipan, sum hóskar til okkara tíð, har vit eru von at bíleggja og keypa á netinum, skrivar felagið í skrivinum.