Bjarni Djurholm leggur tó leggur dent á, at tey kenna tað fyrst og fremst sum eina skitsu og ikki sum eitt detailprojekt. -Vit fáa eitt heilt annað samfelag við eini slíkari ætlan, har tú fær eina nógv øðrvísi samanrenning úr Norðoyggjum til Havnar, nakað, sum vit ikki kenna frammanundan. Landnyrðingsparturin av Føroyum verður eitt samanhangandi kraftsentur.
Bjarni Djurholm vísir á, at Vinnumálaráðið hevur havt ein fund við fyrireikararnar, sum mugu hava eina konsessión fyri at kunna fara í gongd. Tað er so løgtingið, sum skal geva landsstýrismanninum í vinnumálum heimild at geva eina slíka konsessión. -Tað er sera umráðandi fyri okkum, áðrenn ein konsessión verður latin, at slík verkætlan passar inn í ta samferðsluætlan, sum landsstýrið og løgtingið góðtaka. Tvs. alt tað tekniska í hesum er í samljóð við tað, sum landið annars arbeiðir við. Enn eru ivamál, sum man ikki kann geva svar uppá her og nú, eitt nú hvar tunnilin skal liggja. Hinvegin hevur landsstýrið sagt frá, at man yvirornað tekur undir við, at tað verður arbeitt víðari við hesi verkætlanini.
Ein spurningur í hesum er so eisini, hvørjum landið skal veita loyvi tvs. hvør skal gera tunnilin. Her hevur VMR so skitserað nøkur modell upp fyri fyrireikarunum. Ein møguleiki er, at eitt felag sjálvt kemur við uppskotinum og fær loyvi, ein annar er at fyri at kunna geva loyvi, so eigur verkætlanin at verða boðin út millum stigtakarar bæði burturi og heima.
- Projektið er so mikið stórt, at vit eiga at b jóða tað út í Norðurlondum og kanska í ES fyri at fáa lýst, hvussu tað kann gerast á besta og bíligasta hátt. Tess bíligari man fær hesa uppgávu, tess minni gjald leggur tú á brúkaran og meira er samfelagsnyttan.
Bjarni Djurhuus leggur dent á, at hóast Vinnumálaráðið metir projektið skilagott, so er tað í síðsta enda løgtingið, sum skal siga gott fyri tí. Og tá tað fer í løgtingið, so má tað eisini hava nakrar møguleikar at velja millum eitt nú hvat útbjóðingarmøguleikum, fíggingarmynstrinum o. ø. viðvíkur.
Hvat heldur so landsstýrismaðurin sjálvur um ætlanina at gera tunnil undir Skálafjørðin?
- Eg eri sannførdur um, at fáa vit fatur í tí rætta dialoginum, so er hetta ein verkætlan, sum verður endaliga liðug innan tey næstu 10 árini. Og tá stigtakararnir siga 2011, so er tað kanska heldur ikki órealistiskt.










