- Bæði Føroyar og Ísland vilja leggja nógv fyri at loysa tær afturvendandi avbjóðingar, sum eru í samvinnuni millum londini.
Tað gjørdu Aksel V. Johannesen, løgmaður og Katrín Jakobsdóttir, íslendski forsætisráðharrin, greitt á fundi í Tinganesi seinnapartin.
Fleiri avbjóðingar eru í viðurskiftunum millum Føroyar og Ísland.
- Nýggja fiskivinnulóggávan hevur við sær, at Hoyvíkssáttmálin má broytast. Eisini eru avbjóðingar á fiskivinnuøkinum, har avmarkingarnar hjá føroyskum fiskiførum í samband við fiskiskap eftir lodnu í nógv ár hava elvt til ónøgd í Føroyum.
Løgmaður vísir á, at neyvan er nøkur tjóð so nær skyld íslendingum, sum hin føroyska tjóðin er.
- Mál, mentan og søga okkara er samantvinnað, og lívstreytir okkara í norðurhøvum líkjast nógv. Føroyar og Ísland eru brøðratjóðir. Tí hevur stóran týdning, at vit loysa tær avbjóðingar, ið stinga seg upp.
Løgmaður, Aksel V. Johannesen, heldur eftir fundin seinnapartin við Katrín Jakobsdóttir, at londini bæði eru í einari skilagóðari tilgongd, sum hann tók til.









