Vindmyllur
Oljuprísurin er so høgur í løtuni, at hann tyngir um allastaðni í samfelagnum. Hetta geldir bæði húsahald, skiparakstur og virkini, sum brúka nógva olju.
Samstundis, sum oljuprísirnir eru høgir, tekur elfelagið SEV tríggjar nýggjar vindmyllur í nýtslu í Neshaga.
Henning Jacobsen, verkfrøðingur hjá SEV, sum hevur verið projektleiðari í verkætlanini við vindmyllunum, sigur, at eitt tons av tungolju, sum verkið á Sundi brennur, kostaði einar 1200-1300 krónur seinasta ár. Seinasta oljan, sum SEV fekk til verkið herfyri, kostaði hinvegin meira enn 1800 krónur tonsið.
- So, her er talan um ein stóran prísvøkstur, sigur Henning.
Góð íløga
Verkfrøðingurin vísir á, at samlaða íløgan í verkætlanina í Neshaga er einar 17 miljónir krónur.
- Vit meta, at vindmyllurnar spara SEV fyri eini 1500 tons av olju um árið, sum svara til umleið 2,7 miljónir krónur.
Henning sigur, at ein íløga upp á 17 miljónir krónur, sum í løtuni sparir SEV fyri slakar 3 miljónir krónur um árið, er skilagóð.
- Nakað fer avstað aftur í rentum og møguligum viðlíkahaldi, men við dagsins prísum sparir íløgan í Neshaga seg í øllum førum aftur eftir minni enn 10 árum, og tá má hetta sigast at vera ein góð íløga.
Hann sigur, at Nordtank-vindmyllan, sum SEV hevur havt standandi í Neshaga seinastu 12 árini, hevur roynst ógvuliga væl, og hon hevur lítið og einki kostað í viðlíkahaldi.
- Vit vóna, at nýggju vindmyllurnar, sum Vestas hevur selt okkum, fara at roynast líka væl sum hin gamla.
Tað væntar verkfrøðingurin eisini, tí vindmyllur av hesum slagnum eru seldar og standa uppi kring um heimin.
Henning sigur, at vanliga verður roknað við, at hesar myllur kunnu koyra í eini 20 ár uttan stórvegis trpulleikar.
Fleiri myllur
Spurdur, um hann væntar, at SEV fer at gera nýggjar íløgur í vindmyllur í næstum, sigur hann, at tað avgjørt ikki er óhugsandi.
Hann vísir tó á, at SEV í løtuni arbeiðir við eini nýggjari vatnorkuútbygging til Eiðisverkið, og hetta er ein tunnil, sum ætlanin er at bora av Norðskála-leiðini til Selatraðar.
- Men tað er als ikki óhugsandi, at SEV fer undir eina nýggja vindmyllu-verkætlan í næstum.
Nær ein nýggj ætlan kann fyriliggja, dugir Henning Jacobsen ikki at siga, men spurdur, um talan kann vera innan næstu tvey árini, endurtekur hann, at tað er als ikki óhugsandi.
Sum verkætlanarleiðari, er hann væl nøgdur við arbeiðið, sum gjørt er í Neshaga.