- At fáa krabbamein er ein skelkur, sum vil nakað!
Tað veit Bjarni Djurholm. Og tað veit hann av egnum royndum.
Hann er best kendur sum politikari. Men eitt annað, sum eisini hevur fylt nógv í hansara lívi, er, at hann hevur havt krabbamein.
Og hann hevur verið harðari raktur enn tey flestu, tí hann hevur havt krabbamein, ikki bara einaferð, men tvær ferðir.
Á fundi í Krabbameinsfelagnum mánakvøldið greiddi hann frá, hvussu hesin parturin av hansara lívið hevði verið.
Góðir møguleikar fyri grøðing
Bjarni Djurholm sigur, at tað var eitt kvøldið í mars í 1990, at alt hansara lív kollveltist.
Hann var komin til húsar aftan á venjing, tá ið hann føldi sær pínu í vinstra steini og tá ið hann kannaði steinin, føldi hann eisini ein knút í honum.
Nakrar dagar seinni hitti hann læknan, Odmar Færø á fundi í skúlaráðnum.
- Eg spurdi hann, hvat mundi vera galið, hann metti, at tá ið pína var uppí, mundi talan vera um bruna, men hann bað meg koma á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Niðurstøðan av kanningunum var eisini, at helst var talan um bruna so Bjarni Djurholm fekk pensillin, sum hann skuldi taka í nakrar dag.
- Hetta var fram móti páskum, so eg skuldi venda aftur aftaná feriuna. Tá var støðan tann sama, so 18. apríl var eg sendur á skurðdeildini at taka eina roynd.
- Har varð staðfest, at krabbi var í knútinum í steinunum.
Bjarni Djurholm sigur, at hann varð lagdur undir skurð beinanvegin og síðani varð kannað um krabbin hevði breitt seg, men tað hevði hann ikki.
- Eg var so beinanvegin, góða viku seinni, sendur til Danmarkar á Ríkissjúkrahúsið víðari viðgerð, og haðani til Finsen til skanningar.
- Niðurkomin bleiv staðfest, at krabbameinið tíbetur ikki hevði breitt seg, og eg slapp undan strálu- og kemoviðgerð. Eg var tó fylgdur sera neyvt. Fyrsta árið var eg hvønn mánað til bloðroyndir og triðja hvønn mánað til skanning og kanningar í Danmark.
Næstu fýra árini var hann til kanningar tvær ferðir um árið.
Bjarni Djurholm sigur, at hann visti, at skuldi hann ynskt sær krabbamein, var hetta tann "besta" krabbameinssjúkan, hann kundi fáa, tí tað var næstan 100 prosent møguleiki fyri at vera grøddur.
- Eftir fimm ár var undansloppið, men eftir egnum ynski tók eg tó blóðroynd einaferð um árið aftan á tað, men tær vístu allar, at alt var, sum tað átti.
- Samanumtikið var hesin umgangurin ikki so skelkandi, tí eg visti at møguleikin fyri at vera grøddur var ómetaliga góður, sigur hann.
- Tí var mítt lív ikki so ávirkað av støðuni, burtursæð frá, at eg hevði ferðast ótaldar ferðir til Danmarkar til kanningar, og at tað sjálvsagt altíð var ein ávísur spenningur, ótti ella angist beint uppundir, at kanningarúrslitið bleiv kunnugt.
Uppdagað av tilvild
Sostatt gekk sum vónað, men í 1999 tók lívið hjá Bjarna Djurholm aftur eina óvæntaða vend.
Á páskum 1999 fekk kona hansara, Eydna, diskusprolaps.
- Hon varð illa sjúk og var sera óhjálpin alt árið og varð løgd undir skurð í juli mánað.
Hon ernaðist so spakuliga út a heystið, hóast hon ikki var arbeiðsfør.
Eg havi altíð havt havt ein ferðil av magakatar. Um tað var orsakað av truplu umstøðunum hjá Eydnu, veit eg ikki, men eg versnaði í maganum út á heystið.
Tí fór hann til læknan at vita um hann kundi fáa heilivág.
Tað fekk hann, men læknin helt kortini, at kanska hevði hann gallstein. Tískil fekk hann ein ávísingarseðil til ultraljóð, sum hann kundi fara til, batnaði støðan ikki.
Tá ið hann hevði tikið heilivág í nakrar dagar, var búkilskan mestsum burtur, so hann hevði hjálpt.
Ávísingin til ultraljóð varð sostatt hangandi á køliskápinum.
- Men ein dagin móti adventini, var spurningurin um eg skuldi blaka hann í ruskílatið ella fara til kanningina. Eg gjørdi av fara til kanningina, men hon vísti, at har var eingin gallsteinur at síggja.
- Læknin helt tó, at tá eg nú hevði verið so ofta til kanningar, kundi hann kanna alla búkholuna.
- Eg skilti nokk so skjótt, at hann hevði varnast okkurt, tí hann leitaði áhaldandi niðanfyri nalvan, og eina løtu seinni segði hann, at har var onkur eitil, sum var størri enn vanligt, og at hann vildi leggja meg inn, so hann dagin eftir kundi gera eina roynd.
- Hetta vóru ófrættatíðindi fyri meg, men læknin helt, at allarhelst var talan um bruna. Dagin eftir var so royndin tikin og rætt var: Kanningin vísti bruna.
- Sum vera man, var eg í góðum lag, tá ið eg varð sendur heim.
Men hann skuldi møta aftur á Landssjúkrahúsinum í februar 2000.
Tað gjørdi hann, men kanningarnar tá vístu, at eitilin ikki minkaður, kanska heldur øvugt.
- Hetta dámdi ikki læknunum og tí varð avgjørt, at eg skuldi til Danmarkar at taka enn eina roynd á ríkissjúkrahúsinum
Hetta var so aftaná hálvan mars og eisini tann royndin vísti, at talan var um bruna.
- Men læknarnir vóru ikki so glaðir fyri, at eitilin ikki minkaði. Eg hevði havt krabbamein áður, so eg varð innlagdur til skurðviðgerð tann 11. apríl 2000 at skera eitilin burtur, sum ikki átti at vera so balstýriligur, sum læknarir málbóru seg.
Skurðviðgerðin gekk væl og teir skóru nakrar eitlar í ymiskari stødd burtur.
Men so kom úrslitið!
- Í tí størsta eitilinum, sum máldi einar 5 ferðir 3 sentimetrar, og í ienum einum minni eitli, funnu teir farveg av lymfukrabba.
Í fyrstu atløgu fekk hann at vita, at hann skuldi bæði hava kemo- og stráluviðgerð.
- At fáa hesi boðini var ein veruligur skelkur. Eg fór ígjøgnum eitt ótal av blóðkanningum, mergkanning. o.s.fr. Eina viku seinni varð tó avgjørt, at eg skuldi ikki hava kemoviðgerð, men bara stráluviðgerð, fimm dagar um vikuna í fýra vikur.
Hetta var gjørt í juni og í juli og tað var ikki so óbehagiligt. Nakað av irritatión í húðini og so negativa ávirkan á langan, sum hevði við sær leyst lív.
Bjarni Djurholm sigur, at tá ið viðgerðirnar vóru lidnar, skuldi hann kannast tvær ferðir um árið í 10 ár Landssjúkrahúsinum, men úrslitið hevur verið gott hvørja ferð.
Bjarni Djurholm sigur, at hóast skipaðu kanningarnar eru lidnar, tekur hann framvegis eftir blóðroyndir tvær ferðir um árið, men tað er eftir egnum ynski.