Ein skattalætti »in Disguise«

Vit kunnu ikki taka landskassan isoleraðan og tosa um ein lætta tá samlaða úrslitið gevur ein meirkostnað fyri kommunur og borgarar.

Gunvá við Keldu
Býráðslimur og formaður í Mentanarnevndini
í Klaksvíkar Býráð

Tað er at fegnast um at skattalættin í samgonguskjalinum, sum Fólkaflokkurin hevur lagt dent á í fleiri ár, nú umsíður sær út til at gerast veruleiki.
Eisini er gott at hoyra frá fundinum millum fíggjarmálaráðharran og kommunufeløgini bæði, at landsstýrið í sambandi við útreiðslurnar vil virka fyri at kommurnar fáa stundir at laga fíggjarætlanirnar til broytingarnar.
Tó má sigast at hesin skattalætti á mangan hátt er ein "maskeraður" skattalætti.
Tað sum landsstýri ger í hesum føri, er at flyta nakrar útreiðlsur frá landi til kommunur og harvið kunnu teir seta landsskattin niður.
Í nógvum kommunum er skattaprosentið í hægra lagi. Við hesum politikkinum hjá landsstýrinum verður trýst lagt á kommunurnar at seta skattin upp. Í hesum føri velur landsstýrið at isolera seg og tosa um ein skattalætta, har tað í veruleikanum er skattaborgarin sum fíggjar. Haldi ikki at hetta er serliga positivt fyri álitisviðurskifti, millum land og kommunur.
Fyri Klaksvíkar Kommunu kemur hesin "skattalætti" veruliga at kosta. Vit hava frammanundan eina fíggjarætlan sum er hart kroyst. Vit síggja ferð eftir ferð at landsstýrið ger lógir, har øki skulu flytast frá landi til kommunur og harvið skulu fíggjast yvir kommunuskattin. Eitt er tá pengar fylgja við økjum sum vera løgd út, sum ikki er meir en natúrligt, men tá landsstýrismaðurin fer út og kallar hetta ein skattalætta er tað ikki heilt rætt.

Borgarin skal gjalda meir
Fyri komandi fíggjarár vil Klaksvíkar Kommuna fáa hesar inntøkur og meirútreiðslur við broytingunum hjá landsstýrinum:

Inntøkur
Broyting í FAS skattinum, her vinnur kommunankr. 500.000

Útreiðslur
Yvirtøku av barnaverndarøkinum kr. 3.700.000
Nýtsla av dagstovnaskipanini, leysliga mett kr. 50.000
Broyting í stuðlinum til bóksasøvn kr. 400.000
Dagtilhaldskipanin løgd út á kommunurnarkr. 670.000
Arbeiðsgevarin skal gjalda størri part av
barsils- og arbeiðsmarknaðareftirlønargjaldinumkr. 200.000
Samlað útreiðslur íaltkr. 4.520,000

Við hækkaða botnfrádráttinum, setur kommunan kr. 1.500.000 til. Men her er at fegnast um at borgarin veruliga fær ein skattalætta, sum Fólkaflokkurin eisini hevur arbeitt fyri. Fleiri onnur øki eru í umbúnað at verða løgd út á kommunurnar, sum eg ikki havi nevnt.
Landið hevur so nógv sløg av inntøkum sum verða tiknar frá fólkið, tólum og feløgum, so sum skatt, mvg, toll og onnur avgjøld. Harafturímóti hava kommunurnar einans skattin at dúva uppá. Nevnast má eisini at landsskatturin er progressivur ímeðan kommunuskatturin er proportionalur.
Sum er hevur Klaksvíkar Kommuna eitt skattaprosent á 20,75 og er hetta í hægra lagi.
Eg haldi ikki at gongda leiðin hjá okkara kommunu er at seta skattaprosenti upp, men útreiðslurnar ið nú verða lagdar út á kommunurnar skulu fíggjast og verður tað so í skerdum rakstri, sum aftur rakar borgararnar í kommununi. Tvs. at um skattaborgarin ikki betalir við kassa 1 so verður tað við kassa 2.
Tað er tí eitt sindur misvísandi tá landsstýrið fer út og fortelur føroyingum at nú fáa vit skattalætta. Vit kunnu ikki taka landskassan isoleraðan og tosa um ein lætta tá samlaða úrslitið gevur ein meirkostnað fyri kommunur og borgarar.