Sandavágur: Eingin sum nærkast Sandavági sleppur undan at sanna, at bygdin hevur verið Føroya best røkta bygd. Og framvegis vil vera tað.
Eitt vakurt skelti boðar frá, at ein nú koyrir inn í eina bygd, sum tríggjar ferðir hevur fingið henda heiðurin - í 1997, 2003 og aftur í 2008.
Eitt av teimum støðunum í bygdini, har ein hevur gjørt sítt til at liva upp til henda heiðurin, er á økinum kring um Sandavágs kirkju.
Í farna mánaði byrjaði Eyðun á Lofti eitt arbeiði her við at laga ein lágan garð. Hesin garðurin er við tann vakurt lagaða garðin sum longu er kring kirkjuna.
- Ætlanin er so at hava gras millum báðar garðarnar.
- Jú, tá hetta er liðugt, fer tað at verða sera snøgt her rundan um kirkjuna, greiðir Eyðun frá.
Kynstur
At Eyðun á Lofti ikki er óvanur at laga grótgarðar, finnast mong prógvini um í bygdini.
Tað sama kann eisini sigast um tveir av brøðrum hansara, ið eisini duga hetta kynstrið at laga ein vakran garð.
- Eg eri sjálvlærdur, kemur tað stillisliga frá honum.
Eyðun hevur fyrst og fremst lagað rundanum, heima hjá sær sjálvum.
Men tann lagingin, ið hann nú er farin undir, er ikki tann einasta her á økinum við kirkjuna.
- Tú sært. Har yviri, har lagaði eg eitt sindur síðsta summar. Og nú er tað so hesin lági garðurin fram við kirkjugarðinum, sum skal gerast liðugur, sigur greiður hann frá.
At handalag er til slíkt arbeiði, ber tann parturin, hann er liðugur við, prógv um: Sera hegnisligt handverk.
Krevur tol
Grótið til hesa lagingina hevur hann fingið til vega úr grótbrotum í oynni. Hetta grótið, sum hann nú lagar við, er lætt at fáa hendur á og hampiliga gott at arbeiða við.
- Tað er kortini eitt sindur bleytt og er kanska heldur morlut. Tað støkkur í øllum førum ikki so væl sum tað góða grótið, sum ein fær sunnan úr Porkeri. Ja, tá er munur á, slær hann fast.
Eyðun hevur sum vera man eisini lagað garðar við hagagróti. Hevði tað bara verið eitt sindur lættari at fingið fatur á!
- Hagagrótið er ikki so slætt sum hetta grótið, men garðarnir verða so nógvar ferðir penari. Eingin ivi um tað, slær hann fast.
Eyðun byrjaði fyri í farna mánaði uppá henda garðin niðanvert kirkjuna. Tá vit hittu hann stutt fyri páskir, var hann komin nakað áleiðis.
- Men, sum Eyðun tekur til: - Tað tekur tíð og krevur tol at laga ein garð.
Vakrasta bygdin
Tá Sandavágur varð kosin sum Best Røkta bygdin í 2008 varð sagt soleiðis í grundgevingunum:
“Heiðurslønin verður latin einari gamlari bygd, ið kortini ikki stendur í stað. Nógv virksemi er í bygdini og karmarnir fyri felagslívi eru góðir. Nógv verður gjørt fyri at fríðka um, bøgarðarnir eru vakrir og væl hildnir og gamli handilin er gjørdur um til fornminnissavn. Áirnar eru reinar og eitt frítíðarøkið er gjørt við ánna, har tað verður plantað og nýggjar snotuligar brýr eru gjørdar.
Bygdin er sum heild ruddilig og vælskipað. Einki spillivatn frá húsarhaldum verður leitt út í áir, men er íbundið kloakkskipan, sum førir tað út á sjógv. Ynskiligt er tó, at kloakkirnar verða førdar longur út á sjógv, og helst 1 metur undir hægstu fjøru. Sandurin, sum er góðkend hvalvág, er reinur og ruddiligur.
At onnur eisini hava fingið eyguni upp fyri hesi vøkru bygd, hevur bygdarfólkið fingið prógv um tvær ferðir tey seinastu 11 árini, tí bygdin varð kosin Best røkta bygd bæði í 1997 og í 2003.
Tað er týðuligt at bygdafólkið og kommunan framhaldandi ynskir, at bygdin skal liva upp til tann vunna heiðurin og tey hava í hesum sambandi arbeitt miðvíst víðari við at bøta um viðurskifti, ið metingarnevndin vísti á í 2006”.










