Ein sjarmerandi egningarmaður

Hóast hann bert er 12 ára gamal, kann Walter Nýsted úr Klaksvík, longu teljast millum royndar egnarar. Fyri einum ári síðani byrjaði hann at egna, og nærum hvønn dag eftir skúlatíð er hann í skúrinum, fyri at vinna sær nakrar krónur

Egning 
Tá Walter byrjaði at egna, ynskti hann sær eina fartelefon, og hana hevur hann longu keypt sær.
-          Nú samli eg til eina teldu, og eg eigi 9000 krónur, sigur hann smílandi.
Walter er ein raskur og serstakliga hugagóður drongur. Tað kemur
meiri enn so fyri, at hann fer í skúrin á veg í skúla, fyri at vita, um nakað verður at egna eftir skúlatíð.
            Vanliga klárar hann tveir stampar eftir skúlatíð og onkran leygardag heilt upp í seks.
-          Úrtøkan hjá Walter liggur um 1000 krónur um vikuna, sigur mamma
hansara, Sigrid.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Sosialur týdningur
 
Tað hevur stóran sosialan týdning fyri dreingirnar at sleppa at egna, sigur Poul Sivar Sivertsen, tá vit ringdu umborð á útróðrarbátin, Søkin, sum Walter egnir hjá.
            Hann sigur, at tað sanniliga eisini hevur týdning fyri útróðurin, at dreingirnir hanga í, tí uttan teir fóru vit mangan ikki út fyri línu.
-          Dreingirnir halda okkum uppi, og fyri teir er tað gott at sleppa at
arbeiða millum vaksnar menn, sigur hann.
            - Poul Sivar sigur einsini, at stuttligt er at síggja, hvussu hugagóðir teir eru.
            Tá vit koma aftur av útróðri eru teir á støð hjá okkum, fúsir at taka eina hond í, sigur hann.
            Millum egnararnar finnast eisini gentur, og tær standa einki aftan fyri dreingirnar, sigst.