Í ár samstarvar Eiðis kommuna við felagið Føroysk Træseglskip um árliga tiltakið Føroya Regatta, ið hesaferð verður á bryggjuni á Eiði fríggjadagin 3. juli 2015.
- Fyri okkum í Eiðis kommunu er tað nærum ein sjálvfylgja, at eitt tílíkt tiltak, ið hevur við havið, sjólívið, sjófólk, føroyska mentan og søgu at gera, er á Eiði. Tískil eru vit sera takksom og glað fyri at fáa so forkunnugar gestir til Eiðis, sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri.
Hann minnir á, at fiskivinnan altíð verið grundarlagið undir lokalsamfelagnum í Eiðis kommunu, og Eiði er og hevur altíð verið ein sonn fiskivinnubygd.
- Sjófólk eru ikki bert sjómenn, tí sum vit sóu í næstseinastu útgávu av blaðnum Kvinna, er eitt tað fremsta og raskasta sjófólkið her á landi nevniliga eiðiskonan Jenny Kallsoy, ið rekur útróðrarbátin Barmur saman við manni sínum Sonna Kallsoy, sigur Jógvan í Skorini.
- Havið liggur veruliga í bygdafólkinum í Eiðis kommunu, og spurningar sum ”hvussu mundi gangast hjá Barmi” og ”hvussu mundi gangast hjá Luthi” fylla framvegis nógv í mannamunni, sigur hann.
Hann gleðist um, at kunna taka ímóti sluppunum og hinum træskipunum, tí hetta er eitt kærkomið høvi hjá bygdafólkinum og øðrum føroyingum at nema sær kunnleika um gomlu sluppirnar.
Regattaflotin kemur á Eiði fríggjakvøldið 3. juli kl. 19 og siglt verður av Eiði aftur leygardagin 4. juli kl. 14, tá ið skipini fara víðari til Sørvágs. Í hesum sambandi skipar Eiðis kommunu fyri ymiskum tiltøkum á bryggjuni á Eiði fríggjakvøldið.
Eitt stórt tjald verður sett upp við bryggjukantin, har ið leskiligur matur og drekka fæst til keyps og ymisk tiltøk annars eru á skránni – millum annað felagssangur, føroyskur dansur, bryggjudansur og nakrar smáar stuttleikakappingar.
Høvuðsendamálið við Føroya Regatta er kortini at sýna fram skipini, ið hava umboðað føroysku skipasøguna og hava havt ein mentanarsøguligan týdning fyri Føroyar.Eins og undanfarin ár fær almenningurin høvi at vitja umborð á skipunum og fáa eina sansaliga uppliving av hesum siglandi føroyska mentanararvinum.
Les meiri um Føroya Regatta í Vikublaðnum hesa vikuna.