Laksastyrja
Laksastyrja er ikki vanligur fiskur í føroyskum sjógvi, men hetta er tó ikki fyrstu ferð, at hann er veiddur um okkara leiðir.
Fiskaslaktarin í Miklagarði, Flemming Palmus, sigur, at fiskamaturin í laksastyrju minnir um okkurt, sum liggur millum laks og tunfisk.
- Hetta er ómetaliga góður og vælsmakkandi fiskur, leggur hann aftrat.
At síggja til, er fiskurin í laksastyrju heldur myrkari enn í eitt nú laksi. Kanska minnir liturin meira um litin á royktum laksi.
Fekst og roykt
Flemming Palmus sigur, at laksastyrjan verður seld sundurskorin í filét-stykkir, sum kunnu vendast í mjøli og leggjast á pannuna.
Men hann ætlar, at fólk, sum koma fram við í Miklagarði, eisini skulu sleppa at royna roykta laksastyrju.
- Eg fari eisini at roykja nøkur pettir av sjáldsama fiskinum, so fólk eisini sleppa at royna hann sum royktan.
Hann væntar, at styrjan sum filé verður seld fyri umleið 150 krónur fyri kilo við diskin í Miklagarði.
Laksastyrjan vigar umleið 60 kilo.
Einaferð áður
Fiskaslaktarin byrjaði at arbeiða í Miklagarði í 1980 og var har fram til ár 2001.
- Nú havi eg aftur verið í Miklagarði í hálvt triðja ár, sigur hann.
Hetta er aðru ferð í søguni hjá Flemmingi Palmus sum fiskaslaktari í Føroyum, at tey hava fingið eina laksastyrju, og tað eru 15 ár, síðan teir høvdu ta seinastu.
- Hetta er so sanniliga ikki ein fiskur, sum liggur í diskunum hjá okkum á hvørjum degi, leggur hann aftrat.
Fisk heim við
Tá Sosialurin vitjaði í Miklagarði seinnapartin í gjár, lá laksastyrjan heil í kuldadiskinum.
Fiskaslaktarin var so beinasamur at skera eitt pettið av styrjuni, sum hann síðan skar í stykkir, pakkaði og gav okkum heim við at royna.
- Mikumorgunin (tað er í dag), tá vit lata upp, kunnu fólk keypa burtur av laksastyrjuni, sigur Flemming Palmus.
Við uppí søguna hoyrir eisini, at enn hava vit ikki etið av laksastyrjuni, sum vit fingu frá fiskaslaktaranum í Miklagarði.