Ein sjúkrahúsleiðsla

Eisini eiga bíðilistarnir at vera almennir

Bólkurin, sum hevur gjørt eina menningarætlan fyri heilsuverkið, mælir til, at ein felags leiðsla verður sett fyri øll trý sjúkrahúsini,

 

Sveinn Magnusson, verkætlanarleiðari, segði, at tey ikki hava gjørt uppskot til, hvussu hetta verður gjørt, men mælir kortini til, at heilsuverið verður skipað við einari felags sjúkrahúsleiðslu.

 

Ein felags visitatiónsskpan eigur eisini at verða gjørd, eins og tað eigur at vera soleiðis, at bíðilistarnir eru almennir.

 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, tók ímóti álitinum. in segði, at styrkin í tilmælinum er, at so nógv heilsustarvsfólk hava verið við at gjørt álitið.

 

-Hetta er ein uppgáva, sum skal loysast í felag. Ongin megnar einsamallur at loysa hetta stóra mál, segði hon.

 

Í heyst verður álitið grundarlag undir einum aðalorðaskifti í Løgtinginum um heilsuverkið.