Ein sigur við formligum aldursmarki

- Húðin hjá børnum og ungum mest viðkvom fyri ultaviolettu strálunum, sigur Krabbameinsfelagið.

Uppskotið hjá heilsumálaráðharranum, Karsteni Hansen, um at seta forboð fyri at selja børnum og ungum undir 18 ár solariumtíð, kemur til fyrstu viðgerð í tinginum týsdagin.

 

Uppskotið ásetir, at tað ikki skal vera loyvt hjá svimjihallum og øðrum almennum stovnum at selja ungum undir 18 ár tíð undir solariumsólini.

 

- Tilburðir av móðurmerkjakrabbameini er eitt vandamál í øllum Norðurlondum, og tey flestu hava longu 18 ára aldrusmark. Vit gleðast um, at útlit nú eru til, at vit fylgja hesum ráki.

 

Tað siga Jákup N. Olsen, formaður í Krabbameinsfelagnum og dagligi leiðari felagsins, Jansy Gaardlykke, sum bæði fegnast um, at heilsumálaráðharrin nú vil hava aldursmark fyri at selja solariumsól.

 

Endamálið við lógaruppskotinum er at minka um talið á krabbameinstilburðum í húðini, serstakliga móðurmerkjakrabbameini, sum er ein álvarslig sjúka.

 

- Tað eru framvegis tey ungu, sum í mestan mun taka sól, vísir seinasta Gallupkanningin um solariumvanar hjá føroyingum, sum er frá september 2013.

 

Tey bæði vísa á, at av teimum, sum søgdu seg taka sól, vísti tað seg, at 24% vóru í aldrinum 15-24 ár. Hetta er óbroytt síðan í 2011.

 

- Samstundis er húðin hjá børnum og ungum mest viðkvom fyri ultaviolettu strálunum, sum eru í solarium og sól.

 

Jákup N. Olsen og Jansy Gaardlykke vísa á, at í mun til fyrru lógaruppskotini verður hesa ferð ikki forboðið við ómannaðum sólstøðum.

 

- Hetta verður mett at vera óheppið. Tá talan er um til dømis tubbak ella rúsdekka, har vit eisini hava 18 ára aldursmark fyri at verja tey ungu, ber ikki til at selja hesar vørur í automatum.

 

Hetta metir Krabbameinsfelagið at vera ein veikleika við lógaruppskotinum.

 

- Sjálvandi er tað ein sigur, at vit fáa formligt aldursmark, og tað er eitt týðandi signalvirði í hesum. Hetta ger tað greitt fyri eitt nú foreldrum at tað veruliga er ein vandi við solarium, metir Jákup N. Olsen.