Tó at lítið verður prátað um olju og møguligt oljuríkidømi í føroysku undirgrundini í dag samanborið við undir oljufeprinum, ið valdaði fyri 10-15 árum síðani, so er ikki sørt, at spenningur aftur er við at koma í, nú tvær stórar boringar eru fyri framman í vár og í summar. Eitt oljusamtak við Statoil sum fyristøðufelag fer eftir ætlan at brúka hálva aðru til tvær milliardir krónur upp á hesar báðar boringarnar.
Og kanska hava væntanirnar hesaferð enntá uppiborið at verða settar hægri enn tá, tí betri kanningardátur liggja til grund hesaferð, eins og tøknin er vorðin betri.
Men politiskt tykist ikki nógv verða gjørt síðani aldarmótið at fyrireika bæði politisku skipanina sjálva, vinnulívið og fólkið upp á, at tann heilt stóri lotto-vinningurin møguliga verður vunnin í summar.
Tað er annars júst tað, ið politikararnir gera ella ikki gera, ið verður avgerandi fyri, um eitt møguligt oljuríkidømi verður ein signing ella ein bannseting. Tað sigur Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur og fyrrverandi formaður í Búskaparráðnum.
Avbyrgið oljuvinnuna
- Eg haldi, vit eiga hyggja væl at, hvussu tey hava gjørt í Noregi. Har er tað eydnast at avbyrgja oljuvinnuna, so hon í minst møguligt mát ávirkar aðrar vinnur, umhvørvið og tær lokalu mentanirnar. Í Noregi arbeiða 60.000 fólk í olju- og oljuveitingarvinnuni, tað er ikki so øgiliga nógv, tá vit hugsa um, hvussu nógv oljan fyllir í samlaða búskapinum har, og at samlaða arbeiðsstyrkin telur okkurt um hálva triðju millión fólk. Arbeiðsplássini í norsku oljuvinnuni eru sostatt gott tvey prosent av arbeiðsstyrkini, sum umsett til føroysk viðurskifti svara til umleið 600 arbeiðspláss, sigur Johnny í Grótinum.
Tað er júst tann boðskapurin, at endamálið ikki er at skapa ovurhonds nógv arbeiðspláss í oljuvinnuni, ið kann verða torførur at fáa ljóð fyri her heima. Tí oftast hoyra vit tað øvugta frá politikarum, fakfeløgum og fólki annars.
- Ja tað kann ljóða mótsigandi at tosa um at avmarka arbeiðsplássini í einari møguligari oljuvinnu, tí vit jú annars tosa um, hvussu stóran týdning, tað hevur, at skapa nýggj arbeiðspláss. Tað hevur eisini stóran týdning at skapa arbeiðspláss, men tað skulu vera stabil arbeiðspláss, ið ikki øll eru tengd av einari knappliga íkomnari tilfeingisvinnu, sum er ógvuliga pengasterk, men sum bert er til og vinnur heilt nógvar pengar í avmarkaða tíð.
- Kynstrið er at fáa sum mest inn í tilfeingisrentu úr oljuvinnuni, og at hon samstundis hevur so lítla ávirkan sum møguligt á búskapin annars. Oljuvinnan skal innkapslast eins og í Noregi. Har hevur staturin megnað at kravt upp í 90-95 prosent av tí mettu tilfeingisrentuni í oljuvinnuni í oljugrunnin, sum skal fíggja vælferðina hjá framtíðar ættarliðum eisini. Bert tað, sum svarar til realrentuna (rentuavkastið tá inflasjónin er drigin frá, red.), kann takast út til nýtslu hjá núverandi ættarliðum, sigur búskaparfrøðingurin.
Gloymið kajkantin
Av somu orsøk heldur hann tað vera púra skeivt, tá vit her heima altíð eru so skjót at krevja alt um føroyskan kajkant, tá tað snýr seg um tilfeingisvinnu. Lógin um vinnuligan fiskiskap ásetir, at 75 prosent av fiskinum skal um føroyskan kajkant, og í verandi oljulóggávu er ásett, at allur flutningur av útgerð og fólki skal um føroyskan kajkant ella flogvøll.
- Slíkar ásetingar eru beinleiðis skaðiligar, tí tær tvinga virksemi til landið, sum annars ikki hevði verið her. Oljuvirksemi av hesum slag fer at eftirspyrja arbeiðsmegi og hevur ráð at gjalda góða løn. Umframt tað, at inflasjónin verður størri enn neyðugt, kann avleiðingin væl verða, at hesar nýggju oljuatknýttu vinnurnar fara avstað við allari arbeiðsmegini, so aðrar vinnur mugu geva skarvin yvir. Eisini elvir ein stórur eftirspurningur eftir ófaklærdari arbeiðsmegi, sum fær bjóðað góða løn, til, at ung fólk í stóran mun fara at velja útbúgving frá. Ein slík støða er sera óheppin fyri alt samfelagið og samfelagsmenningina, tað sigur seg sjálvt, sigur Johnny í Grótinum.
Hann leggur tó dent á, at hetta ikki merkir, at vit als ikki skulu hava nøkur arbeiðspláss burtur úr einari nýggjari oljuvinnu.
- Hon fer púra náttúrliga at kasta arbeiðspláss av sær, og tí eigur tað heldur ikki at vera neyðugt hvørki at tvinga hana at kasta ónáttúrliga nógv arbeiðspláss av sær ella lata hana diktera menninginga av øðrum vinnum. Tað er hesum, vit skulu halda okkum frá. Men við skynsamari handfaring av avkastinum av einari blómandi oljuvinnu fer hon at geva eitt neyðugt íkast at varðveita og menna verandi vinnur og leggja lunnar und-ir aðrar støðugar vinnur. Hetta eru vinnur, ið eisini skulu verða har, tá oljan einaferð er uppi, og tað er hetta, vit skulu brúka oljuríkidømið til, sigur Johnny í Grótinum.
Hollendska sjúkan
Um ein føroysk oljuvinna sleppir at liva sítt egna lív, og búskparliga avkastið frá henni bara fer í umferð, verður hon so stór og máttmikil, at hon fer at drena allar aðrar vinnur fyri bæði íløgur og arbeiðsmegi, so tær og teir førleikar, ið eru í hesum vinnum, bara fara fyri bakka, ávarar Johnny í Grótinum.
- Tað vildi verið ein vanlukka, tí ein oljuvinna vil altíð verða tíðaravmarkað. Eitt nú siga forsøgnirnar í Noregi, at virksemið í oljuvinnuni har fer at toppa í 2015 fyri síðani so líðandi at minka burtur í ein viðfáning næstu 30 árini. Tí er tað ógvuliga týdningarmikið, at aðrar vinnur alla tíðina verða mentar, so alt ikki endar við einum stórum búskaparligum tómrúmi, tá oljuævintýrið er av, sigur hann.
Fyribrigdið, sum Johnny í Grótinum her ávarar ímóti, verður rópt hollendska skjúkan og sipar til politisku vanstýringina í Hollandi, eftir at tey funnu gass har seinast í 1950-árunum. Nýggi og skjótt vaksandi útflutningurin av gassi elvdi til ógvusligan vøkstur í virðinum á hollendska gjaldoyranum, og hetta elvdi aftur til stórar trupulleikar hjá øllum hinum útflutningsvinnunum í Hollandi, tí vørurnar blivu ov dýrar hjá øðrum londum at keypa.
Arbeiðsmegin
Merkingin av hollendsku sjúkuni er tó víðkað til eisini at umfata aðrar, negativar búskaparligar avleiðingar, sum kunnu standast av knappliga íkomnum tilfein-gisvinnum. Eitt nú, um nýggja vinnan ótálmað sleppur at vaksa skjótt, so hon áhaldandi hevur tørv á arbeiðsmegi. Við at bjóða meira í løn kann hon tá drena aðrar vinnur fyri arbeiðsmegi, so tær steðga upp.
- Vit kunnu siga, at vælstandurin í Noregi, sum í stóran mun stavar frá oljuríkidøminum, í ávísan mun hevur elvt til hollendska sjúku í Føroyum, tí føroyski arbeiðsmarknaðurin ikki klárar at kappast við tann norska. Avleiðingin er, at nógvir føroyingar leita sær til Noregs at arbeiða, og mangul upp á arbeiðsmegi tískil er á pørtum av okkara egna ar-beiðsmarknað. Men hetta er bert eitt lítið forkølilsi í mun til støðuna á føroyska ar-beiðsmarknaðinum, um ein føroysk oljuleitingarvinna ótálmað slapp at drena aðrar vinnur fyri arbeiðsmegi, sigur Johnny í Grótinum.
Hann leggur tó dent á, at Noreg sæð úr norskum sjónarhorni hevur dugað sera væl at ríka seg upp av oljuni og samstundis varðveitt ein búskaparligan stabilitet í øllum landinum.
Gott at vera lítil
Størsti fyrimunurin, ið Før-oya hava, tá tað snýr seg um at brynja seg móti negativum avleiðingum av einari møguligari oljuvinnu, er sambært Johnny í Grótinum, at vit eru so lítil, at vit ongan sum helst møguleika hava til sjálvi at bjóða okkum til at framleiða olju og gass.
- Tað eru bert risastórar, globlar oljufyritøkur, ið klára ta avbjóðingina, og hesar fyritøkur hava vit ikki her. Paradoksalt er tað ein stórur fyrimunur, tí vit kunnu ikki koma við stórvegis øðrum íkasti, enn bara at syrgja fyri so góðum og stabilum kørmum sum gjørligt og syrgja fyri einari skynsamari og rættvísari handfaring av av-kastinum. Tað verður tískil onki stríð millum sterkar føroyskar vinnuaktørar um at fáa framíhjárættindi, soleiðis sum vit kenna tað úr fiskivinnuni og alivinnuni.
- Tá tað snýr seg um at vinna burtur úr virðismiklum náttúrutilfeingið, hevur tað fleiri staðir víst seg at vera ein stórur fyrimunur, tá alt – kapitalur, vitan og vinnutól – mugu koma uttanífrá fyri at fáa virðini til høldar, sigur Johnny í Grótinum.
Dømi úr Afrika
Sum dømi vísir hann á gongdina í afrikonsku londunum Sierra Leone og Botswana. Í báðum londunum raktu tey við stórar nøgdir av diamanti í 1960’árunum. Í Sierra Leone vóru diamantarnir so lætt atkomiligir, at teir nærum kundu hentast. Øll vildu sleppa framat, har var ongin politiskur ryggur, so korrupsjónin fekk fastatøkur, búskaparligur ruðuleiki valdaði, og endin varð borgarakríggj. Í Botswana hinvegin lógu diamantarnir djúpt, og tað var bæði sera kapitalkrevjandi og tøkniliga trupult at fáa teir upp. Útlendsk feløg og útlendskur kapitalur mátti upp í leikin at standa fyri leiting og námsvinnu, men við neyvari stýring av vinnuni hevur Botswana afturfyri havt ein hin størsta búskaparvøksturin í heiminum seinastu 50 árini, og miðalinntøkurstøðið er millum tey trý hægstu í Afrika.
- Orsøkin er, at Botswana mátti konsentrera seg um at skapa góðar karmar fyri námsvinnuni. Grundhugsanin har var, at tilfeingisríkidømið skuldi nýtast til at skapa grundarlag fyri breitt grundaðum búskaparvøkstri við íløgum í aðra vinnu, infrakervið og útbúgving. Dømið vísir, hvussu politiska stýringin og umsitingin av náttúruríkidømi kann gera av, um tað verður ein signing ella ein bannseting, sigur Johnny í Grótinum.
Lotto-effektin
Bæði Noregi og Botswana eru prógv um, at stórt náttúruríkidømi, sum knappliga vísir seg, ikki eigur at bræðast saman við restini av vinnuni, men at hon eigur at haldast atskild, heldur Johnny í Grótinum.
Politiskt snýr tað seg sostatt í stuttum um, at politikararnir hava dirvi og rygg til at standa ímóti trýstinum at brúka ný-vunnu skattainntøkurnar til at hjúkla um veljararnar við øktari almennari nýtslu, samstundis sum teir búskaparliga klára at avbyrgja eina føroyska oljuvinnu frá restini av búskapinum. Týdningarmesta amboðið her er at koyra avkastið í ein vælvardan grunn, og í 2011 fingu vit Búskapargrunn Føroya til endamálið. Hann er skipaður eftir sama leisti sum tann norski.
Eitt er, hvussu politiska tilbúgvingin er fyri og skipað í sambandi við eina møguliga oljuvinnu, men hvussu verða reaksjónirnar annars, eitt nú hjá bankunum og meiniga manninum, um tíðindi um ein stóran oljufinning verða borin einaferð í summar? Hvussu fer privatøkonomiski geirin at týggja sær, um vit øll í senn vinna ein stóran lotto-vinning?
Johnny í Grótinum arbeiðir sjálvur í BankNordik sum ráðgevi í Fíggjardeildini og hevur tískil skil fyri, bæði hvussu fíggjarstovnar reagera upp á knappligar búskaparbroytingar, og hvussu atferðin hjá fólki verður ávirkað.
- Hagfrøðiligar kanningar hjá Altjóða Gjaldoyragrunninum IMF av búskaparligu gongdini í náttúruríkum búskapum vísa, at fíggjarstovnar generelt hava dugað at staðið fast upp á teirra kredittpolitikk í økjum og londum, har vælferðin knappliga er økt. Sjálvandi, knappligt ríkidømi hjá einum landi, har viðurskiftini er væl skipað og samfelagsvirðini nøkunlunda javnt býtt, økir ikki bara kredittvirðið hjá landinum, men eisini fólkinum, ið har býr. Men leggur landið lok á ein slíkan búskap, byrgir hann inni, so øll tilfeingisrentan av til dømis einari oljuvinnu ikki bara fer í umferð, so fylgja fíggjarstovnarnir somu kós, metir Johnny í Grótinum.
Tá tað snýr seg um atferðina hjá fólkinum ber eisini til at spáa.
- Í búskaparfrøðini tosa vit um sonevndu ognareffektina, tað at fólk generelt kenna seg ríkari. Tann kenslan breiðir seg ofta skjótt, so nýtslukvotan hjá hvørjum einstøkum økist. Tað er eisini púra náttúrligt, at øll verða meira bjartskygd, um olja verður funnin, og at meira fer til hús, bil og ferðing tá. Tað er eisini í lagi til eitt vist. Her er tað avgerandi, at samfelagskarmarnir eru greiðir, at politikararnir melda púra greitt út, hvat fer at henda, hvussu skatturin fer at verða ávirkaður og so framvegis, soleiðis at fólk ikki handla upp á falskar fortreytir.
- Tað sóu vit eitt sindur til, tá oljufepurin herjaði um aldarskiftið. Tey flestu væntaðu, at vit fóru at finna olju tá, og bjartskygnið var øgiligt. Hetta hevði millum annað við sær, at húsaprísirnir hækkaðu nógv. Tað var ein keðilig avleiðing, tí vit funnu jú ikki olju í rakstrarverdum nøgdum tá. Hinvegin løgdu bjørtu vónirnar tá lunnar undir eina heilt nýggja vinnu hjá okkum, nevniliga frálanda- og oljuveitingarvinnuna, stað-festir Johnny í Grótinum.
Áhugaverdar keldur
At tosa um bannseting í sambandi við náttúrutilfeingi er vorðið eitt hugtak í búskaparfrøðini og í nasjonalari eins og altjóða búskaparligari greining og ráðgeving.
Sostatt snýr frágreiðinging ”Beyond the curse – policies to harness the power of natural resources”hjá Altjóða Gjaldoyragrunninum IMF í 2011 um bannsetingina, ið ofta stendst av náttúrríkidøminum, og hvussu henda bannsetingin kann vendast til eina signing, um rætt verður atborið.
Eisini tema-búskaparfrágreiðingin, ”Inntøkustøðið í Føroyum – Hví eru vit so rík, men ikki líka rík sum hini?”, sum Búskaparráðið lat úr honum í 2004, snýr seg í stóran mun um, hvørji búskaparlig og búskaparpolitisk amboð eru neyðug, um tilfeingisvinnur skulu vera til felags gagn í samfelagnum og ikki bert til gagns fyri fá og til skaða fyri onnur – um negativu avleiðingarnar av at seráhugamál fáa ov stórt vald á rikna vinnupolitikkinum.
Temafrágreiðingin í 2004 var fylgd upp av einari aðrari í 2005 við heitinum ”Tøknilig menning og vælferð”.
Føroysku frágreiðingarnar eru tøkar á heimasíðuni hjá Búskaparráðnum:
setur.fo/buskaparradid/
Frágreiðingin ”Beyond the curse – policies to harness the power of natural resources” er at finna á hesum bústaðnum:
notendur.hi.is//~gylfason/Beyond_the_Curse_Arezki_Gylfason_Sy.pdf










