Fyri NSÍ málverjan, Andras Gango, hevur dysturin hóskvøldið heilt serligan týdning. Andras Gango sum er úr Ungarn, men býr í Føroyum, hevur glett seg til hendan dystin leingi.
Eftir at flogfarið í gjárkvøldið lendi í Budapest, greiddi Andras Gango frá.
- Nú er dagurin komin, sum eg havi bíða leingi eftir. Hetta er ein løgin kensla hjá mær, tí hetta er nógv størri enn ein vanligur landsdystur fyri meg.
Andras Gango leggur somuleiðis dent á, at eftir ein langan niðurtúr, er Ungarn á veg uppaftur sum fótbóltstjóð. Landið er á eggini til at spæla seg til komandi EM endaspæl, sum er fyrsta ferðin síðani 1986 at Ungarn luttekur í einum endaspælið.
Andras Gango kemur eisini við sínum boðið uppá, hvørjar styrkir og hvørjar veikleikar, ið eru á tí ungarska liðnum.
Øll samrøðan við Andras Gango kann hoyrast við at trýsta á pílin undir myndini.










