Útisetar, sum koma heim til Føroya á jólum, hava eina heilt serliga ábyrgd. Tað segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður í morgun, tá ið hann greiddi frá, at nú verða tilmælini í sambandi við koronum verða herd.
– Tit eru vækomin heim, men tit hava eina heilt serliga ábyrgd, tí tit koma úr einum landi, sum er hart rakt av koronu, segði løgmaður.
https://www.in.fo/longri-grein-detail-view/news/foeroyingar-skulu-ikki-fara-uttanlands-at-ferdast/Les eisini: Føroyingar skulu ikki fara uttanlands at ferðast
Hann sipar til, at bæði í Danmark, og í øllum øðrum londum, breiðir korona seg við rúkandi ferð, so í roynd og veru kann tað vera tað sama, hvaðani fólk koma, tí tað er í øllum førum talan um eitt land, sum er hart rakt av koronu.
Í Føroyum eru vit at kalla koronufrí, tí her eru tað bara fýra fólk, sum eru smittað og tí heita vit staðiliga á tykkum um at vísa ábyrgd, segði løgmaður.
Og tað merkir, at tey, sum koma higar, eiga at lata seg kanna fyri koronu tríggja dagar, ÁÐRENN tey koma til Føroya. Tá ið tey koma til Føroya, verða tey aftur kannað á flogvøllinum, ella á ferjuleguni í Hanstholm, haðani Norrøna liggur.
Men so eiga fólk eisini at lata seg kanna um aftur, tá ið tey hava verið her í seks dagar. Og løgmaður leggur dent á, at frá tí, at fólk eiga at vera mestsum í sóttarhaldi til úrslitið av kanningini hjá teimum tann sætta dagin, er greitt.
Tað merkir, at tey skulu ikki fara út ímillum fólk og tey eiga ikki at fara til arbeiðis uttan at tey kunnu sita fyri seg sjálvi til úrslitið av royndini tann sætta dagin er komin.
– Soleiðis verja tit tykkum sjálvi, tykkara familju og alt samfelagið og eg havi álit á, at tit taka hesa ábyrgdina á tykkum, tí tað er neyðugt, sigur løgmaður.