Ein sera svár støða fyri øll

– Í tílíkari støðu er øll bygdin í sorg, fólk eru í sjokk og vit mugu vísa samkenslu og hjálpa hvørjum øðrum, sigur Jens Mortan Mortensen, sóknarprestur í Hvalba um drápsmálið

– Í tílíkari støðu er øll bygdin í sorg, fólk eru í sjokk og vit mugu vísa samkenslu og hjálpa hvørjum øðrum, sigur Jens Mortan Mortensen, sóknarprestur í Hvalba um drápsmálið.

Syrgiligi tilburðurin í Hvalba leygardagin, har ein maður hevur latið lív og ein annar er skuldsettur fyri manndráp, rakar lokalsamfelagið sera hart. Klokkan 11:15 leygardagin fekk løgreglan fráboðan um eitt deyðsfall í Hvalba. Løgreglan staðfesti stutt eftir, at 36 ára gamli Hjalmar Holm var deyður. Í grundlógaravhoyring eitt lítið samdøgur seinni varð ein 23 ára gamal maður skuldsettur fyri dráp. Hann er fyribils varðhaldsfongslaður í fýra vikur, meðan kanningararbeiðið heldur fram.

 

– Fólk eru skelkað. Ein tílíkur tilburður rakar alla bygdina og serliga tey avvarðandi sera hart, staðfestir sóknarpresturin í Hvalba, Jens Mortan Mortensen.

 

Stutt tíð er fráliðin og fólk hava trupult við at skilja, hvat er farið fram.

 

– Alt er so sera svárt. Sum prestur í Fólkakirkjuni er tað mín uppgáva at hjálpa har eg kann, eisini í eini slíkari svárari støðu. Øll eru framvegis í sjokk, sigur Jens Mortan Mortensen.

 

Tíðindini um tilburðin í Hvalba frættist sera skjótt. Og reaktiónirnar vóru nógvar, eitt nú í sosialu miðlunum.

 

– Sumt, ið verður sagt í almenna rúminum, er betur ósagt. Vit mugu øll ansa eftir, hvat vit siga og skriva, og vísa samkenslu við teimum, ið eru rakt, sigur Jens Mortan Mortensen og heldur fram:

 

– Sjálvt um tíðindi ferðast skjótari í dag enn fyrr, so haldi eg, at fjølmiðlarnir gera í so skjótt av. Okkara kenslur ferðast ikki skjótari av tí orsøk. Hetta er ein sera svár støða fyri allar partar og tað eiga vit onnur at rúma. Tí er tað so týdningarmikið at vísa samkenslu og umhugsni - bæði í talu og skrift, sigur Jens Mortan Mortensen.

 

Sóknarpresturin staðfestir í sama viðfangi, at tað er tungt at koma víðari eftir tílíkan tilburð.

 

– Nei, tað ger ein ikki eftir einari løtu. Slíkar svárar kenslustøður í einum sorgarleiki taka tíð, og tað er ein tilgongd, sum fer stigvís fram. Vit mugu taka eitt stig í senn, sigur Jens Mortan Mortensen.