Ein sera jalig 1. viðgerð av Vága Floghavn

Samstundis sum málið er latið vinnunevndini, og umboð fyri flogskipararnar hava givið sítt íkast, ið ikki segði okkum meira, enn flest øll vóru vitandi um frammanundan, so tykist ein loysn vera í eygsjón

Fyri tað fyrsta so afturvísa umboðini fyri flogskipararnar staðiliga, at ivi er um trygdina. Var minsti ivi um operationellu trygdina, so hevði eingin flogskipari sett seg umborð á nakað flogfar. Víðari verður sagt, at flogvallaviðurskiftini ikki eru optimal, tí flogbreytin er stutt og smøl, og ger hetta, at bert ávísar flogtypur kunnu brúkast - jamen er tað ikki millum annað júst tí, at flogvøllurin skal leingjast?
Tá umboð fyri flogskiparnar seinni í tíðindaskrivinum gera vart við, citat:
”Flestu forðingar í Vágum eru ikki orsaka av ov stuttun vølli. Tær eru orsaka av vánaligum sýni, vindi av lágætt (sunnan og útsynningursunnan) og norðanvindi á vetri (síðuvindur og kavi),” citat endað, so hevur ein ilt  við at skilja, at í reglubrotinum beint omanfyri verður sagt, at flogvallaviðurskiftini ikki eru optimal orsaka av ov stuttun vølli. Ein mótsøgn av dimensjónum.
Tá umboðini fyri flogskiparnar harafturat geva løgtingsumboðum og vanliga lesaranum ta fatan, at teir hava 20 ára royndir við flúgving uppá Føroyar, so er tað sera villleiðandi fyri ikki at siga ósatt. Av teimun flogskiparum, ið arbeiða hjá Atlantsflog í løtuni, er tað mær vitandi bara flogstjórin, ið hevur hesar royndir. Úbyggingin av Vága Floghavn, har fíggingin hevur verið tøk í 4 ár, hevur einki við ein framtíðarflogvøll at gera, um hann so verður á Skorðhæddini, á Glyvursnesi ella í Søltuvík.
Bara hugsanin um eina íløgu uppá fleiri milliardir, har tú bindir landskassan, sum kemur at hava eitt risahall komandi árini, er einfalt ein hvørvisjón.
Búskaparráðið hevur roknað seg fram til, at í besta lagi kunnu vit fáa javnvág á fíggjarlógini í 2014. Men tá skylda vit 4 milliardir. Tí er tað heilt burtur við, at ein leinging av flogvøllinum til 1799 metrar verður sett upp ímóti eini útbygging av terminalinum. Henda útbyggingin snýr seg um 47 milliónir krónur, sum kanska er 2% av kostnaðinum av nyggjum flogvølli.
Líka mikið hvat, so verður flogvøllurrin í Vágum loftvegis sambandið við meginlandið næstu 10 - 15 árini. Sosatt verður lagt upp til, at terminalurin, sum er bygdur í hálvfjersunum, skal standa eina hálva øld, uttan at hond verður tikin um hann. Tað er púra burturvið.  
Annars hendið tað sera løgna fyribrygdi á Løgtingi, tá 1. viðgerð var um flogvøllin, at eingin av teimun, sum bæði í skrift og talu hava verið ímóti  útbyggingini av Vága Floghavn, vóru til staðar undir viðgerðini og tí heldur ikki tóku orðið.
Nú fáa vit at síggja, hvussu málið sær út, tá vinnunevndin er liðug við álitið, og tað verður lagt fram til 2. og 3. viðgerð. Tað er bara at vóna, at vit fáa ein flogvøll upp á 1799 metrar og ein nútímansgjørdan terminal.
Og hvør veit, tá ið tilboðini verða latin upp, kann væl vera, at ikki verður neyðugt við teimun 47 milliónunum, sum stríðið stendur um, tí arbeiðið verður bíligari, enn roknað varð við.
Annars ynski eg øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár.