Vit røktarstarvsfólk á Føðideildini á Landssjúkrahúsinum vilja hervið harðliga mótmæla grein í Sosialinum tann 18. januar 2001, har greitt verður frá, at Ulrike Steuerwald, barnalækni er meldað til fútan.
Lesarin, ið ikki kennir Ulrike Steuerwald, fær tað fatan, aftaná at hava lisið hesa grein, at her er talan um ein lækna, sum hevur framt brotsverk og eisini snýtt føroyingar.
Vit, sum hava arbeitt saman við Ulrike, kenna hana sum ein sera dugnaligan og arbeiðsaman lækna.
Vit á Føðideildini hava altíð havt sera gott samstarv við okkara barnalæknar og Ulrike var onki undantak. Tá hon kom, vóru møguleikarnir fyri undirvísing av okkum starvsfólki nógv batnaðir, tí nú vóru tey tveir barnalæknar. Hetta gekk Ulrike sera høgt uppí og vit eru sera takksom fyri tann nógva lærdóm, ið hon gav okkum til frama fyri nýføðingarnar og foreldur teirra.
Vónandi fer omanfyri nevnda ógvuliga einsíðuga grein ikki at oyðileggja hugin hjá Ulrike Steuerwald, barnalækna, framhaldandi at koma til Føroya at arbeiða.
Tórshavn, 19. jan.2001
Sólfríða Helmsdal,
sjúkrasystir
Laila Dam Frandsen,
sjúkrasystir
Eyð í Funningsstovu,
sjúkrasystir
Lilian Dam,
sjúkrasystir
Kristina Poulsen,
sjúkrasystir
Turið Heinesen,
sjúkrasystir
Ása Isaksen,
sjúkrasystir
Nanna Kallsberg,
sjúkrasystir
Mirjam Carlsen,
sjúkrasystir
Anna K. Laursen,
sjúkrahjálpari
Meta Palle,
sjúkrahjálpari
Ester Sørensen,
sjúkrasystir