Ein sera álvarsom støða

Fyri okkum er støðan eins álvarsom, sum tá vit løgdu misálitið á løgmann í 2013. Men tað var meirilutin í løgtinginum, sum feldi uppskotið. Tí áliggur tað teimum, hvat nú skal henda.

Fyri okkum er støðan eins álvarsom, sum tá vit løgdu misálitið á løgmann í 2013. Men tað var meirilutin í løgtinginum, sum feldi uppskotið. Tí áliggur tað teimum, hvat nú skal henda.

 

Tað sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóvðeldi. Hann vísir á, at tað var júst misálitisuppskotið í 2013, sum gjørdi, at kanningarstjóri varð settur at kanna málið um Skálafjarðartunnilin.

 

– Tann rættarligi parturin greiður. Nú fyriliggur ein kanning, sum samgongan má taka støðu til, sigur Høgni Hoydal.