Ein sentralur í Steinatúni í Havn

Í miðbýarætlanini hevur Tórshavnar kommuna serliga lagt seg eftir trimum økjum niðri í býnum.

Í miðbýarætlanini hevur Tórshavnar kommuna serliga lagt seg eftir trimum økjum niðri í býnum. Tað er Perlutorgið, uppihaldstrappan í Vágsbotni og uppihaldsstaðið, Steinatún.

 

- Steinatún var eitt meira keðiligt og køvisligt øki, áðrenn vit framdu fyrsta byggistig í hesum parti av verkætlanini. Nú er lendið lyft upp, og tað er lagt við ljósum og snøggum steinum.

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, vísir á, at umstøðurnar hjá fólki, sum ferðast við bussunum, eru nógv betraðar, og nógv høgligari er at bíða, bæði uttan-og innandura.

 

- Vit vilja rópa hetta økið ”Sentralurin”, tí hetta verður eitt av teimum sentralu økjunum í býnum - og ikki minst verður hetta staðið, haðani fólk úr ymiskum heraðshornum í landinum koma og fara við bussunum.

 

Borgarstjórin sigur, at her kunnu fólk bíða úti ella inni eftir bussinum, um tey eru tíðliga á sjóvarfallinum, og her verður apotek og kondittarí um stutta tíð, umframt at Visit Tórshavn eisini er her við allari sínari kunning um høvuðsstaðin og Føroyar í síni heild.

 

Hann vísir á, at í bygninginum, har Handilskjarnin var, verður søla av bakstri, og her verður eisini heilsusentur, beint yvir av Sentralinum í Steinatúni.

 

- Á økinum í Steinatúni hava vit eisini fingið eitt snøgt og vakurt torg við benkrum og plantaðum trøum.

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at slættar flísar eisini verða lagdar yvir á Niels Finsensgøtu og oman á Káta Hornið, soleiðis at her verður lættari at flyta seg aftur og fram, eitt nú í rullustóli ella við barnavogni.