Farna leygarkvøld varð Hósvíkar Róðrarfelag kosið at vera Ársins Ítróttafelagsskapur 2025. Hetta hendi á stórslignum tiltaki í Varpinum í Klaksvík.
- Her í kommununi hevur ongantíð verið nakar ivi um tað stóra arbeiðið, ið sjálvbodnu fólkini handan Hósvíkar Róðrarfelag hvønn dag gera.
Í Sunda kommunu, har tey sjálvsagt fegnast um heiðurin, vísa tey á, at Hósvíkar Róðrarfelag av álvara er ein savningarmegi í nærumhvørvinum.
- Umframt at skapa eitt gott róðrartilboð til øll, ið ynskja at rógva, skipar Hósvíkar Róðrarfelag fyri einari røð av trivnaðarfremjandi tiltøkum í bygdini.
Serliga kent er regattatiltakið, ið savnar fólk úr øllum Føroyum.
##med2##
Við eina hugnaliga løtu farna sunnudag bar borgarstjórin í Sunda kommunu, Eyðstein Zachariasen, Hósvíkar Róðrarfelag eina heilsan vegna kommununa.
Við høvið handaði hann eisini felagnum eina gávuupphædd á 5000 krónur fyri at vinna heiðurin sum Ársins ítróttafelagsskapur 2025.
- Vit ynskja Hósvíkar Róðrarfelag hjartaliga tillukku við heiðrinum, siga tey í Sunda kommunu.












