Hugskotið og Visit Tórshavn bjóða til spennandi tiltak, har høvi er at hoyra kveikjandi søguna hjá vinnulívsmanninum, Claus Meyer. Harumframt verða nýggjar føroyskar íverksetarasøgur eisini at hoyra.
Hugskotið og Visit Tórshavn hava seinastu vikurnar skipað fyri einum ferðavinnu-og íverksetaradíkjara við heitinum "Nýskapan í ferðavinnuni".
Talan er um eitt sonevnt "start up accelerator" tiltak fyri íverksetar og smærri fyritøkur í ferðavinnuni. Seks íverksetarafyritøkur luttóku, og hesi fara at hava stuttar og spennandi framløgur av sínum verkætlanum henda seinnapartin.
- Við sínum framúr góða smakki hevur Claus Meyer í meira enn 30 ár arbeitt ótroyttiliga við matvøruframleiðslu. Hann er ein sannur íverkseti, sum legði lunnar undir nýggjan norðurlendskan mat. Hetta gjørdist seinni grundarlagið undir eitt nú matstovuni Noma og KOKS, sum hevur heimstað í Tórshavnar kommunu.
Hugskotið og Visit Tórshavn siga, at Claus hevur egið gistingarhús, matstovur og kokkaskúlar, og fruktirnar í matgerðini koma frá hansara egnu fruktlund. Hansara matgerð fevnir tvørturum landamørk og høv.
- Millum seinastu verkætlanirnar eru slumbýlingar í bolivianska býnum La Paz, har hann hevur latið einstaklingum, ið koma frá fátæksligum korum, sleppa framat grýtunum, og seinast hevur hann roynt seg í New York City.
Lagt verður aftrat, at fyri Claus Meyer hevur støddin á fyritøkuni ongantíð verið eitt mál í sær sjálvum. Í staðin hevur hansara drívmegi verið gleðin við at síggja onnur menniskju finna sítt fótafesti við tí, tey brenna fyri.
Hjá Hugskotinum og Visit Tórshavn siga tey, at tiltakið verður í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum hósdagin 21. februar frá klokkan 14-16, og eftir tiltakið verður bjóðað til føroyskt ábit og netverkan í Siloini.
- Vilt tú við í Kongshøll, kanst tú senda ein teldupost til vinnuforum(at)torshavn.fo. 30 pláss eru eftir, og freistin at boða frá luttøku er hin 19. februar, verður lagt aftrat.