Ein sangur sum fangar landsliðsítrótti

Kom í ítrottarhýr við »Á Sigursferð« – ein sangur, sum fagnar føroyskum landsliðsítrotti

– Jú, Føroyar eru pinkulítlar, men eisini krútsterkar. Hetta sæst aftur, tá vit ferð aftan á ferð taka stór lond á bóli og avrika tað, sum umheimurin helt vera ógjørligt.

 

Tjóðskaparkenslurnar runga, tá Benjamin – við skálkabrosi og skemti – syngur um serføroyskar eginleikar og dygdir.

 

Staklagið er ein síðuverkætlan, og rokkuti tónleikurin víkur eisini frá eyðkenda folk/singer-songwriter stílinum hjá Benjamin Rajani, sum eftir ætlan kemur út við sínari debut heildarútgávu seinni í ár.

 

Hoyrið Benjamin Rajani her:

 

##med2##

 

Praktist info:

 

Hann er tøkur á øllum stroymingartænastum her: 

 

https://bfan.link/a-sigursferd

 

Orð og lag, sangur: Benjamin Rajani Framleiðsla, upptøkur, miks og mastering, øll ljóðførir uttan trummur: Hans Poulsen Trummur: Tórður Dam Jacobsen Sang framleiðsla, sang upptøkur: Óli Poulsen Perma: Jónsvein Mikkelsen Rættlestur og tekstlig sparring: Jákup Á Lakjuni