Eingin skal ivast í, at mín fatan er, at starvsfólkini í eldrarøktini gera eitt megnar arbeiðið. Tó nemur Jenis við ein sentralan spurning, tá hann í lesarabrævinum finst at manglandi kunning til tey eldru, ið hava tørv á tænastum frá tí almenna.
Jenis ger eina áhugaverda samanbering: Tá vit søkja um barnaansing til lítla barn okkara, so fáa vit skjóta og greiða kunning um, hvar á bíðilistanum barnið er. Soleiðis kunnu vit fyrireika okkum til tað, ið kemur. Tíverri er støðan ikki heilt tann sama í eldrarøktini.
Skipanin á eldraøkinum í dag tykist fløkt og ov nógvir leikarar eru á vøllinum. Útvarpsmaðurin fríggjadagin kallaði tað ein vavgreyt – eg velji at siga, at viðurskiftini eru nakað ógreið. Men hetta verður nú broytt.
Samskipaði eldrarøktarøki
Saman við Almannamálaráðnum eri eg farin undir eina tilgongd, sum hevur sum endamál at samskipa eldrarøktina. Ávegis eru tvær kunngerðir, sum áseta, at frameftir skulu røktarheim, sambýlir og heimarøkt samskipast í eldrarøktarøki kring landið. Hvørt eldrarøktarøki verður skipað undir einari leiðslu við felags visitatión og einari upptøkunevnd - heldur enn einari upptøkunevnd fyri hvørt heimið.
Yvirskipað tryggjar hetta, at skipanin verður einføld og gjøgnumskygd. Fyri okkara eldru merkir hetta, at tað verður ein og sama hurð inn í eldrarøktina.
Og fyri at venda aftur til atfinningarnar frá Jenis. Hesar broytingar fara at hava við sær, at hvørt øki fer at hava eina og somu skráseting og ikki sum nú, fleiri ymiskar. Tá verður møguligt at gera greiðar og eftirfarandi bíðilistar til tey eldru, ið hava tørv á tænastu ella røkt frá tí almenna. Tað er virðilig tænasta.
Mennandi samskipan
Ein samskipan fer eftir ætlan eisini at virka mennandi og tryggja, at játtan, starvsfólkaorka og tænastutilboð verða gagnnýtt til fulnar. Men skulu vit fáa fulla úrtøku úr hesum broytingum, er bráðneyðugt at fáa nøktað tann ovurstóra tørvin á røktarheimsplássum, sum er í løtuni. Tí er at fegnast um, at land og kommunur í felag eru farin undir at byggja íalt 136 búpláss til røktarkrevjandi eldri.
Aðrar broytingar ávegis
Sum liður í einari ætlan at javnseta búfólk á røktarheimum og sambýlum skulu pensjónistar, ið búgva á røktarheimum frameftir hava fulla pensjón á sama støði sum aðrir pensjónistar. Í dag fáa hesir eina niðursetta pensjón og aftur fyri rindar røktarheimið fleiri útreiðslur og tænastur fyri tey.
Broytingin verður eitt virðiligt frambrot fyri tey eldru á røktarheimum. Sjálvandi eiga tey at varðveita sína inntøku og so rinda tey sjálvi fyri tær tænastur, ið tey hava tørv á.
Eldraøkið í síni heild ber brá av ógreiðum regluverki og torskildum ábyrgdarbýti. Hetta er neyvt viðgjørt í Kommunuálitinum frá oktober í fjør, og er ein av stóru forðingunum fyri, at eldrarøktin kann leggjast til kommunurnar at umsita.
Tí er fyrsta stig hjá mær, at fáa greitt hesar fløkjur, at fáa skipað eldrarøktina skynsamt og trygt í nakrar sterkar eindir, so økið verður búgvið at lata kommunum at umsita og menna.