Ein sambandsboomerang

Oddagrein:

Sambandsflokkurin tveitti í vikuni eina bumbu mitt inn í sína egnu samgongu. Flokkurin mælti gjøgnum tingmannin Edmund Joensen fíggjarmálaráðharranum til at taka stig til í samráðingunum við donsku stjórnina at strika fastfrystingina av ríkisveitingini. Hetta skuldi sambært Edmund Joensen kunna geva Føroyum einar 110 mill. kr. í landskassan. Peningurin skuldi brúkast til at forða fyri, at vælferðartænastur koma í vanda. Í skrivi vísti sambandstingmaðurin á, at Føroyar hava útlit til eitt risastórt hall á fíggjarlógini, og vælferðartænastur eru í vanda. Tí metti hann tað vera sjálvsagt, at Jóannes Eidesgaard bað danir um at loysa upp fyri fastfrystingini av ríkisveitingini.

 

Heldur margháttliga tíðindaskrivið skapti ikki sørt av órógvi í samgonguni. Jóannes Eidesgaard vísti á, at hetta var ikki í tráð við samgonguskjalið, og tí fór hann ikki at leggja upp til at tiðna fastfrysting av blokki. Frá Fólkaflokkinum var reaktiónin skjót og greið. Tað kundi ikki koma uppá tal at nema við blokkin.

 

Og so kom loksins reaktiónin frá fíggjarmálaráðharranum, sambært Kringvarpinum í gjárkvøldið, har hann gevur Sambandinum greitt svar uppá tiltalu. Hann hevur nevniliga longu boðað dønum frá, at blokkurin verður óbroyttur. Ein kann siga - ein nevi ella kanska ein fløt hond beint í andlitið á Sambandinum og her fyrst og fremst Edmundi Joensen. Um tað var ætlanin hjá Sambandinum at taka stólin undan javnaðarformanninum og seta hann skák mát í hesum bakbiti, sum Jørgen Niclasen kallaði tað, so fekk fremsti stjórnarflokkurin annað at merkja.

 

Enn einaferð mugu vit bara ásanna, at ABC byggir ikki altíð á tryggan botn. Útmeldingarnar eru ørkymlandi og ikki sørt óprofessionellar. Lítið er at ivast í, at løgmaður og formaður Sambandsfloksins missir trúvirði og álit millum manna og millum egnar samgongufelagar, tá eitt so álvarsligt mál sum at tiðna blokkin kemur út til almenningin á henda hátt, og har tónin minnir ikki sørt um eitt ultimatum til Javnaðarflokkin. Sjálvandi eiga so ymiskir flokkar í eini samgongu at kunna hava ymsar áskoðanir um eitt so stórt mál sum blokkin. Og sjálvandi kunnu og eiga broyttar tíðir eisini at lata upp fyri øðrum og nýggjum loysnum ella fyribilsloysnum. Men hetta er so stórt mál, at ein skuldi trúð, at tað átti at verið viðgjørt politiskt í samgonguni, heldur enn at enda sum valpolitisk kastibløka í almenna rúminum. Hvørvítt tað er rætt ella ikki at tiðna upp blokkin í eini støðu, har samfelagið hevur búskaparligar trupulleikar, vil altíð verða tengt at, hvørji eyguni eru, sum síggja. Sjálvandi høvdu góðar hundrað milliónir komið væl við í verandi støðu, men vil tað ikki bara vera ein stokkutur hiti, nú tað stríðir ímóti teimum avgerðum, sum samgongufelagar Sambandsfloksins hava tikið! Møguliga hevur Sambandið her sæð ein møguleika fyri at fáa tann særda Javnaðarflokkin aftur á beint tvs. á Sambandsleiðina. Men eftir avgerðina hjá Jóannesi Eidesgaard ikki at flyta seg ein tumma, kann henda manøvran hjá Sambandinum neyvan líkjast øðrum enn eini boomerang.