Ein søtur sigur í Klaksvík

Almenn móttøka var á Fornagørðum í dag í samband við, at deildin hjá Almannaverkinum er flutt inn á veghæddini á Klaksvíksvegi 7.

 

Síðan vakstrarætlanin fyri Klaksvíkar kommunu varð gjørd í 2010 hevur Býráðið miðvíst arbeitt fyri at skapa og staðseta fleiri fjølbroytt og spennandi vitanarstørv í kommununi, og eitt ítøkiligt átak í hesum sambandi er húsið á Fornagørðum, har ymsar almennar og kommunalar tænastur á trivnaðarøkinum verða savnaðar á einum og sama stað.

 

Ein av hesum tænastunum er deildin hjá Almannaverkinum í Klaksvík, sum nú er flutt inn í høli á veghæddini í bygninginum á Klaksvíksvegi 7, og í samband við flytingina var almenn móttøka í dag. Jógvan Skorheim, borgarstjóri, kallar hetta fyri ein søtan sigur fyri Klaksvíkar býráð.

 

Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum bjóðaði vælkomin og harumframt hildu Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum og Jógvan Skorheim, borgarstjóri røður. Eftir hetta var livandi tónleikur við Bárði á Lakjuni, og so var hugnaligt ábit til tey mongu, sum vóru komin á gátt at síggja nýggju hølini hjá Almannaverkinum.

 

Umframt deildina hjá Almannaverkinum halda Heilsutrygd og Gigni eisini til í bygninginum, og tá bankavirksemið í miðhæddini verður flutt oman á Biskupstorg, fara Barnaverndartænastan og Námsfrøðiliga ráðgevingin hjá Klaksvíkar kommunu at húsast í miðhæddini, soleiðis at húsið tá verður ein savnandi depil við tænastum og serkønari vitan á trivnaðarøkinum.