Á seinasta løgtingsfundi samtykti løgtingið eykajáttan, ið ber við sær, at eisini gentur føddar í 1994, og vónandi 93 við, verða koppsettar móti tí virus, ið elvir til lívmóðurhálskrabba. Hóast føroysku ætlanirnar ikki neyvt fylgja tilmæli danska heilsustýrisins, so verða við hesum tær elstu genturnar koppsettar í ár, meðan árgangur 96 og 97 uttan iva verður koppsettur komandi ár.
Av sonnum ein sólskinssøgu, mitt í øllum meldrinum, sum eisini vísir at miðvíst politiskt arbeiði ber ávøkst.
So gott sum samt Løgting.
Fyrsti fyrispurningur um hesa koppseting varð borin Løgtinginum á vári 2008. Spurt varð aftur í decembur, sama dag sum uppskot varð lagt fyri tingið um sama mál. Tá hetta uppskot varð felt, varð nýtt uppskot lagt fyri løgtingið, sum fíggjarnevndin brúkti sum leist at fáa til vega neyðugu fíggingina. Undir øllum viðgerðum á løgtingi, av fyrispurningum, uppskotum og álitum, hava løgtingsfólk staðið lið um lið og virka fyri hesum lívbjargandi átaki!
Koppsetingin ber við sær, at tær, ið verða koppsettar, verða gott og væl 90 % vardar móti sonevndu kondylomum. Týdningarmest er tó, at koppsetingin verjir 70 % móti tí virusi, sum árliga voldir lívmóðurhálskrabban, sum drepur í hópatali av kvinnum runt heimin.
Klárt at koppseta.
Tá lógin er lýst og reglugerð gjørd, væntandi um fáar dagar, er klárt hjá gentum, føddar í 94 og vónandi eisini teimum føddar í 93, at venda sær til kommunulækna sín at verða koppsettar. Vónandi verður tikið 100% undir við hesum tilboði, sum saman við regluligu lívmóðurhálskanningunum heilt væntast at kunna rudda burtur hesa sóttina, sum eisini hevur rakt fleiri føroyskar familjur meint.
p.s. frammaundan verða tær, ið fylla 14 í ár (føddar í 1995) koppsettar.










