Nýggja valevnið hjá Sjálvstýrisflokkinum, Malan Johansen, fekk eitt rimmar val í Suðurstreymi. Hetta er fyrstu ferð, hon stillar upp og við heili 212 persónligum atkvøðum, kann Malan Johansen av røttum kallast nýggja stjørnuskotið hjá Sjálvstýrisflokkinum.
? Eg eri øgiliga glað. Eg væntaði, um væl stóð til, at fáa eini 100 atkvøður, men at fáa 212, ja tað er heilt ótrúligt, sigur Malan Johansen
Spurd, um hví so nógvar atkvøður fullu í hennara lut, svarar Malan Johansen, at tað møguliga kemur av, at hon er kvinna. Hon leggur eisini dent á, at hon hevur fingið dyggan stuðul í flokkinum undir øllum valstríðnum
Stillar upp aftur
Malan Johansen vil als ikki útihýsa møguleikanum fyri, at hon stillar upp aftur komandi løgtingsval. Hon heldur, at Sjálvstýrisflokkurin hevur góðar møguleikar at mennast og hon vil gjarna verða við í tí menningini.
Hon slær kortini fast, at hon ætlar ikki at stilla upp til býráðsvalið seinni í ár, tí tað er landspolitikkur, sum hevur hennara stóra áhuga.
Møguligan tingsess
Sjálvstýrisflokkurin fekk aftur hesaferð bert ein eykavaldan tingmann. Kappingin um úr hvørjum valdømið tinglimurin hjá Sjálvstýrisflokkinum skal fella er rættiliga tøtt. Í løtuni stendur Kári P. Højgaard úr Eysturoyar valdømi at fáa tingsessin, men Malan Johansen úr Suðurstreymoyar valdømi er bert tvær atkvøður frá at gerast tingkvinna fyri flokkin.
Ein fínteljing skal gerast og tá fáa vit endaliga at vita hvør sjálvstýrismaður ella kvinna fera at røkja tingsessin hjá flokkinum