Ein súkklutúr oman á bryggjuna

Hóast Árnafjørður er lítil bygd, so finst bæði við skúli og felagslív her. Hinvegin, so kundi talið av ungdómi helst verið størri.
- Eg keði meg onkutíð, men kortini ikki so leingi, sigur 16 ára gamli árnfirðingurin, Teitur Askham Olsen.

Ein stórur aliringur breiðir seg út her á havnarlagnum. Eitt greitt tekin um at vinnulív er í hesi fjarskotnu bygdini.
Ein maður er í ferð við onkra umvæling. Nær hjá honum stendur ein ungur drongur í húgvu við súkklu síni og prátar.
Teitur er liðugur við skúladag sín í Ósáskúlanum í Klaksvík. Í góðveðrinum henda mikudagin í farnu viku hevur hann tikið súkkluna fram og hevur lagt sær leiðina oman á havnarlagið.
Løtu seinni kemur ein annar drongur úr bygdini oman higar. Hann hevur okkurt etandi í hondini. Teir práta saman eina løtu og fara síðani niðan í bygdina aftur.
- Tað eru ikki so nógv onnur ung í mínum aldri her í Árnafirði, sigur Teitur.

Vinir í grannabygdini
Hóast mong kundu hildið, at tíðin stendur still í Árnafirði, so er tað kortini ikki heilt rætt. Her finnast m.a. eitt virkið kappróðrarfelag og bygdarfelag.
Bygdarfelagið hevur sett spakan í jørðina til nýtt felagshús, og fyri jól varð nýggja kappróðrarneystið tikið í nýtslu. Her finnast eisini rógvimaskinur og annað, ið hoyrir til eitt slíkt felag í 2007.
- Tað er sera stuttligt at vera í nýggja neystinum. Har eru nógvar góðar maskinur, - og jú, har eri eg viðhvørt, sigur Teitur.
Hann er tó sjáldan einsamallur her, tí teir sum manna kappróðrarbátin í bygdini venja regluliga í hølunum í niðaru hæddini í neystinum.
Í bygdini eru hinvegin ikki nógv onnur ung á sama aldri sum Teitur, men hann er heppin, tí hann eigur eisini vinir í grannabygdunum.
- Eg eri rættiliga ofta norðuri í Hvannasundi. Har eigi eg fleiri systkinabørn, sigur hann.

Framtíðin kemur
Teitur gongur sum nevnt seinasta árið í framhaldsdeildini, og nú eru bert fáir mánaðir eftir av hesum skúlaárinum.
- Hvat eg fari at gera aftaná?! Tað ani eg ikki. Eg fari tó ikki í skúla beinanvegin - kanska um eitt ár, sigur hann.
Hetta árið kundi hann hugsað sær at funnið okkurt arbeiði, meðan hann finnur útav, hvørja leið framtíðina skal taka.
Henda mikudagin vit hittu Teitur á havnarlagnum í Árnafirði var hann komin úr skúlanum klokkan hálvgum tólv.
- Eg fekk mær fyrst ein døgurðabita, og fór síðani ein súkklutúr her oman á havnarlagið, sigur Teitur.
Hvussu skráin sá út restina av degnum visti hann ikki reiðiliga. Tað er í øllum førum hvørki fótbóltur ella annar ítróttur á skránni henda seinnapartin.
Hann hevur teldu heima við hús, og fer hon við nakað av tíð.
- Vit ætla at fáa okkum breiðband, sigur Teitur.
Óhugsandi er ikki, at meiri tíð fer at fara frammanfyri telduni, tá hetta sambandið gerst veruleiki.

Lovsangsbólkur í Solo
Er tað nakað sum altíð hevur fylt nógv í lívinum hjá Teituri, man tað vera kristin sangur og tónleikur. Sjálvur spælir hann bass.
- Eg spæli við í lovsangsbólkinum í Soli Deo Gloria, sigur Teitur, sum hevur spælt guitar leingi.
Áhugan fyri sangi hevur hann í øllum førum ikki frá ongum: Pápin, Theodor er ein av limunum í kenda og vælumtókta sangbólkinum Ecclesia, sum mong kenna frá kvøðuljómunum í útvarpinum.
Um Teitur fer at fylgja pápanum og familjuni annars innan tónleikaheimin, dugir hann ikki siga her og nú.
- Kanska. Vit fáa at síggja!, sigur hann so vísiliga.