- Góðu danskarar. Tit hava valt at Danmark skal hava ein nýggja meiriluta, at Danmark skal hava eina nýggja kós. Og tit hava valt, at Danmark skal hava eina nýggja stjórn.
Soleiðis byrjaði Metta Frederiksen røðuna fyri løtu síðan, tá hon frammanfyri einum ovurfegnum skarða av sosialdemokratum kundi fegnast um sigurin hjá reyða blokkinum á valinum í kvøld. Og hon var eisini skjót at rætta eina hond út til samstarvsfelagarnar við at vísa á, at hetta var ein felags sigur.
- Í kvøld hava vit fingið ein søguliga sigur til reyðu flokkarnar í Fólkatinginum. Sigurin er felags. Tí kæru vinir í Eindarlistanum, Sosialistiskt Folkeparti, Radikal Venstre og Alternativet. Tillukku við tykkara flotta vali, segði hon og legði aftrat.
- Vælferð, klima, útbúgving, børn, framtíð, trúgvin á at morgindagurin kann vera betri enn í dag. Hugsa um alt tað, ið vit kunnu gera saman. Saman hava vit skapt eina vón um, at vit kunna broyta Danmark, at vit kunnu gera Danmark betri. Hetta er ein søguligur sigur.
Kortini gjørdi hon í røðuni greitt, at hon ynskir at skipa ein stjórn við einans sínum egna flokki.
- Vit vilja skipa eina reina S-stjórn, har vit samstarva við øll, ið konstruktivt ynskja ávirkan, segði hon.
Seinastu uppteljingarnar hjá Danmark Radio vísa, at reyði blokkurin stendur til at vinna 91 av sessunum, meðan blái blokkurin vinna 75 sessir. Í uppteljingini eru hvørki Alternativet ella Nye Borgerlige rokna við av ymiskum orsøkum.

- Ein søguligur sigur fyri reyðu flokkarnar

