Skúlabygging
Hósdagurin 18.september 2003 var ein søguligure dagur - bæði fyri Annitu á Fríðriksmørk, landsstýriskvinnu í mentamálum, og fyri alla Suðuroynna.
Hendan illsliga heystardagin var tað fallið henni í lut at loysa fyrsta flagið til nýggja miðnámsskúlan, sum skal byggjast í Suðuroynni.
Hetta er fyrstu ferð í mannaminni, at so stór almenn bygging er í Suðuroynni. Hetta var samstundis fyrsta almenna uppgávan hjá nýtilnevndu landsstýriskvinnuni í mentamálum og tí kann ikki sigast annað enn at hetta er bæði ein søgulig hending og ein stórhending.
Og tað vóru tað mong sum hildu, tí rættiliga fitt av fólki var komið saman á fløtuni vesturi á Hamrabøi, har skúlin skal byggjast.
Ein vitanar og mentanardepil
Áðrenn Annita á Fríðriksmørk loysti fyrsta flagið við tí silvurlagda hakanum frá Tórgerð Suðuroy, segði hon, at við einum nýggjum skúla verða fortreytir skaptar fyri trivnaði og menning í Suðuroynni.
Hon segði, at hetta verður mest framkomni miðnámsskúli í landinum og at við hesum skúla, fekk Suðuroyggin ein stoltleika, sum fer at ávirka samfelagið tann góða vegin .
Hon nevndi eisini, at skúlin verður bygdur eftir uppskotinum, sum vann fyrstu virðisløn í eini arkitektakapping.
?Sostatt hava vit víst, at í hesum føri vildu vit hava tað besta,
Men umframt at vera skúli, har tað ber til at hava framkomna undirvísing, verður hetta eisini samkomuhøll, har tað ber til at hava sjónleik, konsertir, fundarvirksemi og onnur mentanarlig tiltøk. Men í bygninginum verður eisini eitt sera framkomið meginbókasavn fyri alla Suðuroynna
? Hetta verður ein vitanardepil og ein mentanardepil fyri alla Suðuroynna, har fyrst og fremst næmingarnir, men eisini suðuroyingar annars, eru saman at hvessa sær vitið.
? Hetta er eitt stað, sum hevur til endamál at fáa fólk at ivast, at hugsa og sum verður bygt við víðskygni og hetta er eitt eindømi í føroyskari skúlabygging.
Hon helt eisini, at tað er hugaligt, at fólk trúgva uppá, at samfelagið verður ment í síni heild, tá ið lokalir upplýsingar- og útbúvingarmøguleikar mennast.
Hon nevndi eisini, hvønn týdning upplýsing hevur.
? Bara vitan kann gera fólk før fyri at meta um umheimin við kritiskum og kannandi eygum.
?Við at styrkja møguleikarnar fyri upplýsing og útbúgving, eru vit eisini við til at styrkja fólkaræðið, segði Annita á Fríðriksmørk.
? Vitan er lykilin til framburð og menning og meiri vit vita, betri eru vit før fyri at átaka okkum tær ókendu avbjóðingarnar, sum eru fyri framman so at vit vera før fyri, ikki bara at yvirliva, men at liva.
Jógvan Krosslá, borgarstjóri í Vági læt ongan iva verða um, at hetta var ein stór løta fyri Suðuroynna og hann vísti á, at sum er, húsast skúlin undir sera trongum umstøðum.
Hann vísti, at hetta er eitt sera framkomið byggiverk, sum bæði í útsjónd og innihaldi brýtur upp úr nýggjum.
? Eiði í Vági er eitt søguligt pláss, sum hevur verið karmur um nógva ymsa mentan. Her er nógv velt upp ígjøgnum tíðirnar, her róði vágbingar út, á Vatninum hava fólk stuttleika sær á skoytum og á sparkarum tá ið tað frysti og hvønn dag gongur riðil av fólki framvið á veg vestur á fótbóltsvøllin og VB húsið.
? Og nú verður so enn ein velta velt, segði Borgarstjórin í Vági.
Liðugur í 2006
Og nú tað fyrsta flagið er loyst, verður farið at grava út. Tilboðini uppá útgrevsturin eru við at koma inn og um ein mánaða byrjar útgrevsturin.
Næsta summar, ella næsta heyst verður sjálvt arbeiðið at byggja skúlan, boðið út, sigur Claus Reistrup á Mentamálaráðnum.
Hann sigur, at eftir ætlanini, verður skúlin liðugur at taka i nýtslu á sumri 2006.
Skúlin kann hýsa 150 næmingum og hann kostar einar 45 milliónir. Men afturat tí skal eitt meginbókasavn fyri Suðuroynna gerast á skúlanum og tað kostar góðar fimm milliónir afturat, so tilsamans er talan um eina bygging upp á góðar 50 milliónir.
Tilsamans verður húsið 2800 fermetrar stórt. Av teimum verður sjálvur skúlin 2100 fermetrar og Meginbókasavnið verður 700 fermetrar.