Nú er ein av manningini afturat á russiska trolaranum, Kareliu, innlagdur á Landssjúkrahúsinu við koronu. Tað upplýsti landslæknin í tíðindunum á FM1 í dag. Í gjár boðaði landslæknin frá, at 32 sjófólk á russiska trolaranum høvdu fingið staðfest koronu.
Hann sigur, at tað varð staðfest eftir at fimm av sjófólkunum skuldu mynstra av leygdardagin og fara aftur til Russlands, men áðrenn tey sluppu at ferðast ígjøgnum Føroyar, skuldu tey kannast fyri koronu. Tað vísti seg, at trý av teimum høvdu koronu og eftir at fleiri onnur av manningini høvdu sjúkutekin, sum kundi benda á koronu, vóru fleiri kanningar gjørdar, og tað vísti seg, at tilsamans 32 av manningini høvdu koronu.
Landslæknin sigur, at í gjár varð eitt av sjófólkunum innlagt á Landssjúkrahúsið tí sjúkan hevði tikið so fast og í dag er ein av manningini innlagdur afturat. Við Kvf segði landslæknin at tað, tey stúra mest fyri, er, at eitt stórt tal av manningini verða innlagdir, tí so kann tað ovbyrjað sjúkrahúsverkið.
Hann sigur eisini, at tey trý russisku sjófólkini, sum komu í land, og vórðu kannað, telja við í føroysku hagtølunum, men hini 29 telja ikki við í føroysku hagtølunum, tí skipið er russiskt myndugleikaøkið.
Russisku sjófólkini eru avbyrgd umborð á trolaranum og hava ikki loyvi til at koma íland, so stúrt verður ikki fyri, at tey fara at breiða smittuna.
Landslæknin sigur eisini, at tað framvegis er alneyðugt at vísa varsemi, tí smittan gongur, og tey hava ikki fult tamarhald á, hvaðani smittan kemur. Korona verður staðfest at kalla hvønn dag. Men smittan kemur við fólki, sum koma til Føroya, og talan er eisini um variantar, sum smitta illa, og sum fólk, kanska, verða sjúkari av.
So enn er tað ov tíðliga at linka treytir og tilmæli, hóast tað styrkir okkum, at alsamt fleiri verða koppsett, sigur landslæknin. Sjálvur heldur hann, at fyrr enn næstan øll eru koppsett, er tað ikki ráðiligt at linka treytir og tilmæli meir enn vit hava gjørt.