EIN RULKUR

Yrking

Kann eg virða náttargalan nóg nógv, og
ikki bara kveistra hansara song burtur, og
meta hann ófullkomnan sangara?

Dagurin kemur nú, og sólin
rísur so fjálg og góð
eftir so drúgva, ríka og
klára nátt - sum náttin var
klár, hugsi eg - omaná. Tí
undir lá okkurt og bøldi - ein
rulkur. Hví lá hann har og bøldi?

Sera torført er at greina hetta mál -
endaleyst tykist tað;
bara eg hevði dugað -
o, lást tú bert og bíðaði hettar,
rulkur?
Aha! Nú veit eg:
barst tú meg ikki
so trygt
inn til
náttargalasangin o
trøll?
??????????
Agnar Jógvansson