At hatta yvirhøvur kemur upp á tal á fundi á næsthægsta stigi, boðar frá illum. Hví krámar og gramsar íslendingurin so upp á Jørgen?
Og hví tekur Jørgen ímóti einum slavnum tilboði? Eg meini, at hetta er landsskaðiligur aktivitetur.
Føroyar í lummanum á triðja-landi
Eitt er, at skandinavisku londini onkunstaðni hava ambassadur í sama bygningi ella kompleksi. Annað er, at lítlu Føroyar fara í lumman hjá øðrum suverenum stati. Tað er nokk óhoyrt í søgu diplomatisins.
Annað er, hví tað skal vera so gott at vera í stovu hjá íslendingum? Faktum er, at Føroyar saman við Grønlandi eru ein partur í Ríkisfelagsskapinum. Landsstýrið kann brúka allar tær donsku ambassadurnar í heiminum, sum tað hevur hug til. Og hava føroyska flaggið veitrandi, sjálvandi.
Gamaldags nationalisma spillir spælið
Men nei, her kemur ein gamaldags og skaðilig nationalisma inn og spillir spælið. Minnist rokið, tá Landsstýrið skuldi hava sendistovu í Reykjavík, og tað skuldi vera saman við donsku. Rok og buldur frá Fólka- og Tjóðveldisflokki. So heldur í aðrari gøtu, uppi undir tróðrinum oman á einari pornobutikk.
Er tað fyri at gera tað bíligari? Nei, tí møguleikin at hava diplomati saman í donsku ambassadunum hevur altíð verið har.
Avgerandi í diplomatiskum arbeiði hevur altíð verið at skaffa vitan, informatiónir, um mótpartin og onnur lond. Diplomatpostur er skipaður eftir serligum reglum, so tað sleppur undan tolling og øðrum eftirliti. Tað skal kunna fara órørt frá ambassadu til heimlandið.
Hava als ikki felags interessur
Føroyar og Ísland hava yvirhøvur ikki felags interessur, men eru beinleiðis mótpartar, tá tað snýr seg um vital mál, til dømis býti av norðhavssild, svartkjaftakvotum og aðrar kvotur, sum eru lívsneyðugar fyri føroyska vinnulívið.
Í avgerandi málum hava londini beinleiðis mótstandandi interessur.
Ber tað til, at blanda fólk frá sambiðlum í somu skrivstovu. Nei hatta er óðamannaverk. Ein óroyndur lærlingur hevur verið harmonikutúr í Íslandi.