Í morgun sendi Kringvarpið eina danska sending, sum eitur Skattejægerne á heimasíðuni, men nú er trupulleikin rættaður. Talan var um trupulleikar við einum routara, sigur Dia Midjord.
Tá ið farið varð inn á heimasíðuna hjá Kringvarpinum í morgun, at fylgja við tingfundinum, so vóru tað ikki myndir úr Løgtinginum, sum vóru at síggja. Ístaðin var ein donsk sending, sum eitur Skattejægerne, á skíggjanum.
Dia Midjord, stjóri í Kringvarpinum sigur, at talan var um brek á einum routara, men at trupulleikin nú er rættaður.
Sostatt ber til at síggja tingfundinum á heimasíðuni hjá Kringvarpinum aftur nú.