Ein úrmælingur fyllir níti

Hin 2. desember fylti Dánjal Pauli Danielsen í Búðini á Velbastað 90 ár.

Líka frá barnsbeini av og til nú hann á ellisárum má dragast við heldur vánaligari heilsu, hevur Dánjal verið ein markantur aktørur í tí føroyska samfelagnum.


Føddur og uppvaksin og búsitandi alt lívið á Velbastað nam hann alla tað góðu gomlu føroysku mentanina og lívsstílin, samstundis sum hann tók til sín ta sjálvbjargnishusjónina, sum serliga festi røtur í Kirkjubøar sókn. Tíðliga tók hann lut í arbeiðinum á garðinum, sum hann seinri festi, eins og hann tók lut í øllum, sum gekk fyri seg í sóknini og og í samfelagnum sum heild.


Politikkur og samfelagsmál sum heild hevur havt og hevur hansara stóra áhuga, og sum tann framtakshugaði persónur hann er og við sjálvstýrisglóðini í sær, væl stimbrað av millum annað Jóannes bónda, var tað nátúrligt at hann tíðliga gjørdist partur av Fólkaflokkinum. Tað er eisini mest í tí politiska, og ikki minst flokkspolitiska, arbeiðinum, vit báðir hava havt nógv saman. Politiski áhugi hansara eins og landbúnaðarútbúgving hansara mentist eisin av, at hann í eitt tíðarskeið á ungum døgum arbeiddi og nam sær kunnleika í Íslandi.


Innan Fólkaflokkin tók hann stóran lut í flokkspolitiska arbeiðinum, og tá flokkurin, sum tann fyrsti føroyski flokkurin, fyrst í fimtiárunum byrjaði tað organisatorisku skipanina, við at valfeløgini skipaðu seg í eitt landsfelag gjørdist hann fyrsti landsformaður flokksins. Hetta tók hann upp á seg í eini strævnari tíð fyri flokkin, og hann sat í starvinum í mong ár.


Tá eg kom á ting í 1970 var Dánjal framvegis landsformaður, og sigast má, at betur formann og vegleiðara kundi ein ikki fingið. Hansara vitan og gløgni kundi ikki yvirmetast. Samstundis er hann hesin róligi og siðiligi persónurin, sum ikki loypir framav og ikki kemur hann við persónligum álopum, sum annars ofta vandi kann vera fyri í politikki.


Tá Fólkaflokkurin í 1975 skipaði landsstýri saman við Javnaðarflokkinum og Tjóðveldisflokkinum, tað var nærmast eitt politiskt siðaskifti, var tað heilt sjálvsagt, at Dánjal gjørdist landsstýrismaður. Hann hevði leingi talað fyri eini slíkari samgongu og hann sat sum landsstýrismaður so leingi samgongan helt, tað vil siga í 6 ár. Hann setti eisini síni spor bæði innan útbyggingina av infrakervinum og ikki minst innan landbúnaðin og mentunnarumhvørvi. Búnaðardepilin stendur sum eitt minni, og Norðurlanda húsið er fyri ein stóran part hansara verk. Serliga sum mentamálaráðharri hevði hann nógv samband innan norðurlendska samarbeiði, og seinri gjørdist hann eisini nevndarlimur í Norðurlanda húsinum í Føroyum.


Innan jarðabrúkið hevur Dánjal Pauli eisini sett síni spor, ikki bara sum virkandi bóndi, men eisini fakliga sum formaður og nevndarlimur í Jarðaráðnum í mong ár. At áhugi hansara spennur víða vísti hann eisini, tá hann var umboðsráðslimur hjá SEV í eini 12 ár.


Góði Dánjal Pauli, sum ein ið hevur arbeitt saman við tær í aktivum politikki í eini 20-25 ár og notið gott av tínum vinskapi og trúfesti, vil eg takka tær fyri alt tað tú hevur givið frá tær. Lydia og eg senda tær okkara bestu heilsur á 90 ára degnum og ynskja tær alt gott í komandi døgum.


Eisini veit eg, at Fólkaflokkurin hevur nógv at takka tær fyri, ja tað hevur alt føroyska samfelagið.


Jógvan Sundstein