Ein risi á havinum

Nýggi grønlendski trolarin kann frysta 180 tons av makreli um samdøgnið.

Hann er stórur, men hann er ikki av teimum størstu. Hinvegin er hann fleksibul og hevur bæði rækjuverksmiðju og verksmiðju til makrel og sild, og her skal eingin umrigging til, tá lagt verður um.

 

Longdin á Svend C er 83,5 metrar, og hann er 17 metrar breiður. Skipið er merkt til 5000 brt, og maskinan er ein Wartsila á 9000 HK.

 

Lastirnar eru tvær í tali, sum samanlagt taka eini 700 tons. Allur fiskurin kann standa á plattum, og haraftrat hevur Svend C RSV-kølitangar til uppsjóvarfisk.

 

Tað er reiðaríið Sikuaq Trawl A/S í Nuuk, sum eigur Svend C, og teir eiga eisini rækjutrolarin Reginu C. Teir áttu eisini rækjutrolarin Steffan C., men hann er seldur og í staðin er Svend C komin.

 

Svend C, sum er bygdur í Turkalandi, man teljast millum tey dýraru fiskiskipini í Norðurlondum, og hann kostar umleið 370 miljónir krónur.

 

Reiðaríið Sikuaq Trawl A/S í Nuuk hevur gjørt sáttmála um eitt nýtt rækjuskip, sum skal byggjast í Vigo í Spania, og hetta skipið verður - sum skilst - av sama slag sum Svend C.