Nógvu svartkjaftalandingarnar í Fuglafirði halda fram.
Í gjár vistu tey á Havsbrún at siga, at Fagraberg landaði 3000 tons mánadagin, og eftir at Fagraberg hevði landað, skuldi ein røð av skipum landa í Fuglafirði í gjár og í dag.
- Slættaberg hevur 500 tons, Borgarin 1600, Finnur Fríði 2100, Christian í Grótinum 1200 - og íslendska uppsjóvarskipið Børkur hevur 180 tons.
Longu í dag vita tey á Havsbrún at siga, at Hoyvík eisini er á veg við 600 tonsum, og síðan kemur grønlendska uppsjóvarskipið Tasiilaq, sum hevur lagt fleiri lastir upp í Føroyum, við 1250 tonsum.










