Eiler Fagraklett, vegna nevndina í LGBT Føroyar
----
Sambært árliga yvirlitinum hjá altjóða felagsskapinum ILGA, megna Føroyar bara at veita 7 út av 46 møguligum javnrættindum til føroyingar, ið eru sam-, tví- ella tvørkynd. Hetta svarar til einans 17%. Sostatt eru Føroyar millum tey lond í Evropa, ið veita ringastu trygd, javnrættindi og stuðul til sínar LGBT borgarar.
ILGA mátar rættindi í Evropa
International Lesbian and Gay Association (ILGA) er heimsins størsta netverk av felagsskapum, ið arbeiða fyri rættindum hjá LGBTarum kring heimin, og hevur virkað síðani 1978.
Á hvørjum ári ger evro-peiska deildin, ILGA-Europe, eitt drúgvt yvirlit yvir støðuna hjá sam-, tví- og tvørkyndum fólkum - eisini rópt LGBTarum - í okkara heimsparti. Yvirlitið vísir m.a. hvørja trygd, hvønn stuðul, hvat frælsi og hvørji rættindi tey ymisku londini í Evropa veita sínum LGBT borgarum. Felagsskapurin hevur ásett eitt ávíst prosenttal til hvørji rættindi, trygdarveiting, frælsi, stuðul ella lógarbroyting, ið eru til fyrimuns fyri sam-, tví- og tvørkynd. Samlaða prosenttalið gevur viðkomandi landi eitt pláss á árliga yvirlitinum hjá felagsskapinum. Enn er onki land í Evropa, ið megnar at liva 100% upp til allar 46 ásettu málsetningarnar hjá ILGA-Europe.
Bretland á odda og Russland í botninum
Sambært seinasta yvirlitinum, ið varð kunngjørt í mai 2013, er Bretland á odda á listanum. Bretland veitir heili 77% av øllum ásettu rættindunum til sínar LGBT borgarar. Síðan hetta yvirlitið varð gjørt, hevur bretska stjórnin eisini sett samkynd hjúnabond í gildið í Englandi og Wales, so prosenttalið verður ivaleyst munandi hægri á listanum fyri 2014.
Tætt í hølinum á Bretlandi, eru flestu londini í Vesturevropa. Longur eystur vit fara, verri verður støðan. Allar ringast stendur til í Russlandi, sum einans uppfyllir 7% av ásetingunum hjá ILGA-Europe. Hetta yvirlitið er gjørt áðrenn nýggja lógin kom í gildi, sum eitt nú bannar Pride skrúðgongum og annars allar jaligari umtalu av samkyndum í Russlandi. Tískil verður russiska prosenttalið uttan iva enn lægri í ár .
Føroyar veita bara 17% av møguligum rættindum til LGBTarar
Um vit seta Føroyar inn í yvirlitið hjá ILGA-Europe, so er støðan tíverri ikki serliga góð. Føroyar veita bara 17% av ásettu rættindunum til sínar LGBT borgarar. Einans sjey út av 46 møguligum ásetingunum hjá ILGA-Europe eru galdandi í Føroyum. Tríggjar av hesum ásetingum eru tó bert galdandi í Føroyum, tí tær enn koma undir danskt málsøki.
Sostatt kunnu vit í dagsins Føroyum endurspegla og samanbera okkum við lond so sum Hvítarussland, Bulgaria, Kosovo og Turkaland, tá tað kemur til at veita javnrættindi til sam-, tví- og tvørkynd her heima. Soleiðis eru Føroyar í dag ein reyður plettur ímillum sínar grønu norðurlendsku og vesturevropeisku grannar á landskortinum hjá ILGA-Europe.
LGBT Føroyar metur ikki, at meirilutin av føroyingum - og vónandi eisini politiska valdinum í Føroyum – halda, at hetta er ein hóskandi litur og ein verandi støða hjá okkara tjóð at vera í. Hetta endurspeglar ikki tað tolsemi, ta rúmligheit og tað skilsemi, ið býr í flestu føroyingum.
Okkara løgmaður hevur fyrr hótt við at steingja okkara sendistovu í Bretlandi, sum nú liggur ovast á listanum hjá ILGA-Europe, meðan hann hinvegin júst hevur fingið játtað pening til at lata nýggja sendistovu upp í Moskva. Russland liggur niðast á hesum sama lista. LGBT Føroyar vónar ikki, at hetta er eitt tekin um, hvønn veg landsins leiðsla ynskir, at okkara land skal ganga, tá tað kemur til mannarættindi, javnrættindi, javnstøðu, frælsi, tolsemi, rúmligheit og landsins lógir annars.
Málið um at loyva samkyndum borgarum at giftast á javnum føti við hinkyndar borgarar, verður í løtuni viðgjørt í Føroya Løgtingi. Um hetta lógaruppskotið verður samtykt, fara Føroyar munandi longur upp á evropeiska javnrættislistan. Okkara reyði litur á Evropakortinum, hevði skjótt broytt seg til ein meira jaligan og hóskandi lit fyri Føroyar og føroyingar.
Norðurlond seta strangari krøv til javnrætttindi
Við trimum føroyskum ungmannafeløgum á odda viðtók Ungdómsráðið hjá Norðurlandráðnum í summar eitt uppskot um, at allir borgarar í norðurlendsku londunum skulu hava rættindi at gifta seg borgarliga uttan mun til kynsliga sannføring.
Tað er ikki óvanligt, at Norðurlandaráðið fylgir tilmælum, ið koma frá Norðurlendska ungdómsráðnum. Tí er tað væntandi bara ein spurgningur um tíð, áðrenn Norðurlandaráðið og okkara nærmastu grannar fara at krevja, at allir borgarar í norðurlandssamstarvinum skulu hava atgongd til somu grundleggjandi mannarættindi, so sum at giftast uttan mun til kynsliga sannføring.
LGBT Føroyar vónar tó ikki, at vit koma at so langt, at tað verður álagt føroyingum uttanífrá at veita javnrættindi til allar sínar borgarar, men at Føroya Løgting hinvegin sjálvt megnar at atkvøða fyri hesum.
Túsundtals føroyingar ávirkaðir
Eingin veit heilt neyvt hvussu nógv fólk eru eru sam-, tví- ella tvørkynd. Men flestu kanningar vísa eitt tal millum 5-10% av fólkatalinum. Tað vil siga, at í Føroyum er eitt stað millum 2.400 og 4.800 borgarar í øllum aldrum og í øllum støðum kring landið, ið eru antin sam-, tví- ella tvørkynd. Hesi somu fólk hava børn, foreldur, systkin, ommur, abbar, aðrar familjulimir, vinir, starvsfelagar o.s.fr.
Tískil er ikki bara talan um nakar heilt fáar einstaklingar, sum eru ávirkað av núverandi støðu og eru fyri grovum mismuni í føroysku lóggávuni. Vit tosa hinvegin um fleiri túsundtals føroyingar, ið eisini eru borgarar, veljarar og skattgjaldarar, ið sjálvandi skulu hava innivist í landins lógum á sama støði sum allir aðrir borgarar.
Nøkur sigandi hagtøl
Nú 2. viðgerð av uppskotinum um at loyva samkyndum innivist í føroysku hjúnabandslógini skjótt kemur á skránna í Tinginum, fer LGBT Føroyar enn eina ferð at vísa á tann stóra stuðul, sum føroyingar hava víst og enn vísa hesum uppskoti.
Í kanning, sum Gallup Føroyar gjørdi á vári 2013, taka heili 68% undir við, at samkynd kunnu ganga saman í borgarligt hjúnaband. Tað vil siga, kunnu vígast á ráðhúsum og sýsluskrivstovum, men ikki í kirkjum og samkomum. Hetta eru meira enn tveir triðingar av Føroya fólki. Harafturímóti siga bara 27% at tey eru móti hesum. 5% siga seg ikki vita, hvat tey halda um málið.
Kanningin vísti, at í øllum økjum í landinum, í øllum aldursbólkum, í øllum útbúgvingar- og lønarbólkum er meiriluti fyri eini broyting í hjúnarbandslógini. Í aldursbólkinum 15-39 ár tátta hagtølinum heilt upp móti 90%, sum ynskja at samkynd verða javnsett við aðrar borgarar.
Tvey tey síðstu árini hava millum 5.000 og 6.000 fólk luttikið á Faroe Pride skrúðgongunum í Tórshavn. Undan jólum tóku heili 1.128 fólk sær tíð til at broyta egnu Facebook vangamynd til at siga ”Ja til kærleikan”, og soleiðis stuðla uppskotinum hjá Rigmor Dam, Poul Michelsen og Bjørt Samuelsen.
LGBT Føroyar vónar tí, at ein meiriluti av Føroya Løgtingi somuleiðis fer at siga ja til kærleikan við at atkvøða fyri løgtingsmálunum 51, 52, 53/2013 - eins og ein stórur og týðiligur meiriluti av føroysku veljarunum hava víst á, at tey ynskja síni fólkavaldu skulu gera í hesum máli.