Ein regla á muni

Kringvarpsstjórin sigur, at tað bert er ein regla, sum skilir Kringvarpið og ÍSF. – Verður tann reglan strikað, skriva vit undir, sigur hann

Ítróttur

 

Jógvan Jespersen dugir illa at skilja, at ÍSF í sínum skrivi til Kringvarpið vísir á, at hann skal hava sent eitt nógv broytt sáttmálauppskot aftur til ÍSF.

- Tann broytingin, sum eg rokni við, at tey sipa til, snýr seg um eina lítla detalju í sáttmálanum. Í grein 4 í sáttmálanum kom í fjør at standa, at Kringvarpið viðurkennir, at ávísar kappingar bera nøvn hjá sponsorum. Og at vit nýta hesi heiti, tá tað er náttúrligt og hóskiligt.

- Tað, sum tey síðani vilja hava afturat er ein regla, har tað verður staðfest, at Kringvarpið bindir seg til at nýta hesi heiti á stiga- og úrslitatalvum, og tað er ein treyt, sum vit ikki kunnu góðtaka. Allar aðrar broytingar, sum eru gjørdar, hava vit gjørt í samráð við Petur Elias Petersen, sum er varaforseti í ÍSF.

Hví kunnu tit ikki góðtaka seinastu treytina?

- Vit hava eina kringvarpslóg, sum vit skulu virka undir. Millum annað verður í hesari staðfest, at tað skal vera púrasat greiður skilnaður millum redaktionelt innihald og lýsingar. Og tí meta vit, at stríðir ímóti lógini, um vit skrivliga binda okkum til at nýta sponsor-nøvn.

- Sjálvandi vita vit, at ítróttarrúmið er á tremur við lýsingum. Og hesir lýsarar fáa jú eina velduga eksponering í 3-2 sjónvarpssendingum. Trupulleikin hjá okkum er, at vit kunnu ikki binda okkum til at eksponera hesi á ávísan hátt.

 

Hildu seg hava semju

Jógvan Jespersen sigur annars, at hann var eitt sindur skakkur, nú hann fekk seinasta brævið frá ÍSF.

- Fyri mítt viðkomandi má eg siga, at helt, at ein semja varð funnin longu í apríl mánaði. Tá høvdu vit havt ein fund, har eg helt, at alt var komið í rættlag. Men síðani eru tey komin við fleiri treytum afturat.

- Sum sagt, so helt eg tó, at hetta var loyst í september mánaði, men nú er støðan so ein onnur.

Heðin Mortensen sigur, at enn eru nakrir dagar til 15. desember, og at bólturin nú liggur hjá tykkum. Fara tit at taka nýggj stig til at finna eina semju?

- Vit fara so at hava fund um málið her í Kringvarpinum, og so rokni eg við, at vit seta okkum í samband við ÍSF í hesi vikuni.