Ein prædika fyri alt fólkið

Í ár er tað Theodor Eli Dam Olsen, prestur, ið fer at halda ólavsøkuprædikuna í dómkirkjuni.

Í ár er tað Theodor Eli Dam Olsen, prestur, ið fer at halda ólavsøkuprædikuna í dómkirkjuni.

 

– Hetta er ein stórur dagur, har tað verðsliga valdið og tað andaliga valdið fylgjast og ganga lið um lið. Tey umskarast og blandast ikki, men fylgjast, sigur presturin í Kvívík, sum tó eftir ólavsøku fer í starv sum prestur í nýggjasta prestagjaldinum, ið fevnir um Hoyvík og Kaldbak.

 

Tað er tann elsti av teimum ungu prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni, ið ikki áður hevur prædikað á ólavsøku, ið prædikar ólavsøkudag. Ikki færri enn sjey ungir prestar eru á listanum, og elstur teirra við atliti at starvsaldri er Kvívíksprestur.

 

Theodor Olsen verður tó ikki kvívíksprestur so leingi afturat, tí í september verður hann innsettur í Hoyvíkar Kirkju. Hann er settur sum prestur í nýggja prestagjaldinum, ið fevnir um Hoyvík og Kaldbak.

 

Ólavsøkublaðið hjá Miðlahúsinum, sum verður borið í hvørt hús í landinum í morgin, hevur hitt nýggja hoyvíksprest, sum fer at prædika á ólavsøku:

 

– Prestar hava í øldir hildið konvent ella prestafund í sambandi við ólavsøku, sigur prestur um tað søguliga í hesum høpinum.

 

– At halda ólavsøkuprædiku er gylt høvi hjá prestum at gera vart við seg, tí hetta er ein pallur, ið fer kring alt landið beinleiðis í loftmiðlunum, umframt at landsins kosnu menn og kvinnur eru til staðar í kirkjuni á ólavsøku.

 

– Tað er eisini komið fyri, at prestar hava nýtt høvið til at prika og taka upp viðkvom evni. Onkur hevur nevnt hetta at provokera.

 

– Men soleiðis verður neyvan í ár, sigur nýggi presturin í Hoyvík, sum vísir á, at prestur hevur prædikutekstin at halda seg til, men er fríur til at leggja tekstin út.

 

– Í stuttum kann eg siga, at eg ætli at halda eina prædiku, ið helst skal vera fyri alt fólkið, sigur Theodor E. D. Olsen, sum í hesum døgum leggur síðstu hond á handritið til ólavsøkuprædikuna 2014.

 

 

---

 

FAKTA

 

Prædikteksturin er hesin:

 

Seinna tekstarøð. Jóhs. 12, 24-26:

 

»Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Fellur ikki

hveitikornið í jørðina og doyr, tá er og verður tað einsamalt; men doyr tað, tá

ber tað miklan ávøkst. Tann,

sum elskar lív sítt, missir tað; og tann, sum hatar lív sítt í hesum heimi,

skal varðveita tað til ævigt lív. Tænir

nakar mær, fylgi hann mær eftir, og har sum eg eri, har skal eisini tænari mín

vera. Tænir nakar mær, skal faðirin æra hann«.

 

Urguleikari verður Gudmund Mortensen, og Havnarkórið tekur eisini lut í guðstænastuni. Ólavur Hátún stjórnar.

 

Eftir ætlan verður skráin hendan hjá Havnarkórinum:

 

1. Nú rennur sólin fríð – gl. føroyskt sálmalag, kórsatsur: Kári Bæk – orð: Kingo / Chr. Matras týddi

2. Fedranna kirka – lag: Hans Arvesen, kórsatsur: Karl Clausen – orð: G. Bruun føroyskaði

3. Sum hjørtur hyggur tráandi – lag og satsur: Ólavur Jøkladal - orð: Victor Danielsen,

4. Tað, Gud mín vil, tað komi á – gl. føroyskt sálmalag, kórsatsur: Karl Clausen – orð: Albrecht av Brandenburg/G. Bruun týddi

 

Eftir ætlan verða sálmarnir hesir til guðstænastuna:

585 – Tú alfagra land mítt (orð: Símun av Skarði/lag: Petur Alberg)

 

604 – Nú morgunsólin fevnir fjøll (orð: Sólrun Michelsen/lag: Jens Mortan Mortensen)

 

323 – O, kristni tú alt (orð: Grundtvig/G. Bruun týddi)

 

Prædika

 

592 – Vár Guð, tær veri hægsta rós (orð: Mikkjal á Ryggi týddi/lag: Vár Guð er føst og haldgóð borg)

 

588 – Boðar tú til allar tjóðir (orð: Jóannes Patursson/lag:)