Ein politiskur spurningur at raðfesta

Samgongan hevur alla tíðina ført fram, at lønirnar skulu ikki hækka, meðan fakfeløgini halda, at raðfestingar er ein politiskur spurningur. Nú sáttmálasamráðingarnar millum Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið øðrumegin og Fakfelagssamstarvið hinumegin eru slitnaðar, kunnu vit upplýsa, at fimm stór fakfeløg eru við í hesum samstarvi. Feløgini eru Starvsmannafelagið, Pedagogfelagið, Lærarafelagið, Felagið føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Samgongan hevur alla tíðina ført fram, at lønirnar skulu ikki hækka - og hækka tær kortini, fer tað at føra til tilsvarandi sparingar og uppsagnir, tí útreiðslurnar hjá landskassanum til lønir skulu ikki undir nøkrum umstøðum veksa.

Fakfeløgini hava hinvegin hildið fast um, at lønirnar skulu hækka, men at hetta hevur einki við sparingar og uppsagnir at gera, tí raðfestingar á fíggjarlógini eru ein politiskur spurningur.

Status er, at samráðingarnar nú eru slitnaðar, og næsta stigið er, at roynt verður við seming millum partarnar.