Ein persónur handtikin eftir skot í Field's

Københavns Politi skrivar nú á Twitter, at ein persónur er handtikin í sambandi við skottilburðin í handilshúsinum Field's

 

Olafur Steinar Gestsson/Ritzau Scanpix

Fleiri fólk eru rakt av skotum, men enn er einki sagt um støðuna hjá teimum, um tey eru álvarsliga skadd ella um nakar er deyður. Tosað verður eisini um yvirgang. Løgreglan er framvegis talsterk á staðnum við Field's á Amager í Keypmannahavn.

 

Fólk eru komin út í bólkum fylgd av løgreglufólkum. Fleiri fólk hava greitt frá, hvussu tey hava krógvað seg inni í handlum og matstovum. Ein kvinna greiddi frá, at tey høvdu krógvað seg inni í einum handli, tá so løgreglufólk róptu, at nú kundu tey koma út. Men tey himraðust, tí tey vistu ikki, hvørjum tey skuldu trúgva.

 

##med2##

 

Olafur Steinar Gestsson/Ritzau Scanpix