Í morgin er altjóða psykiatri dagur, og verður dagurin hátíðarhildin í Havnini. Heðin Mortensen setir dagin, og verður hetta gjørt í nýggjasta ískoytinum hjá kommununi, Perluni. Eftir setanina kl. 11.00 bjóðar Miðlahúsið til pallborðsfund, har kjak verður um umstøðurnar hjá sálarliga sjúkum í Føroyum.
Hetta er fyrsta tiltak, sum verður í nýggja mentanarhúsinum Perluni. Tó so skal hetta ikki fatast sum almenn móttøka, tí hetta verður sambært Heðini Mortensen seinni í árinum.